Søguligur sigur

Champions League, 1. Undanumfar, seinni dystur: HB – Lincoln Red Imps 5-2


Hóast vit bjóðaðu gestunum innaftur í dystin frá byrjan av seinna hálvleiki, varð talan um ein greiðan og søguligan sigur til okkum, tá samanum kom. Greiða leiðslan, vit vunnu okkum í fyrra hálvleiki, átti at verið enn størri, og so var alt avgjørt.



Veðrið var nærum ov gott til fótbólt í kvøld. Stilli og brennandi sól, so umstøðurnar kendust nærum suðurlendskar.



Vit settu okkum tungt á dystin beinanvegin, og longu tá ellivu minuttir vóru leiktir, løgdu vit okkum framum. Levi Hanssen var á blettinum, tá Jóan Símum sendi ein góðan bólt innum verjuna.



Tíggju minuttir seinni átti dagsins maður, Fróði Benjaminsen, at økt. Aftur hesa ferð var Jóan Símum uppleggjarin, men tíverri fór skotið beint yvir málið.



Stutt fyri hálva tíman skoraðu vit aftur. Fróði sendur ein super bólt uppum verjuna til Trónd. Hann temur hann væl og smekkar til í málið umvegis tvørtræið.



Løtu seinni seinni fór royndin hjá Jóhan Troest yvir málið, eftir at hann hevði leitað sær fram í brotsteigin hjá Lincoln. Men vit skoraðu bara tveir minuttir seinni.



Jóan Símun verður sendur avstað, og einsamallur móti málmanninum fær hann lirkað bóltin í málið og harvið skorað sítt fyrsta mál fyri HB.



Ikki fyrr enn beint fyri hálvleik komu gestirnir í líkinda støðu, men tíbetur fóru góða skotið frá Joseph Chipolina framvið málinum.



Jóan Símun var rættiliga í hopla í dag og vísti sera góðar dygdir. Beint áðrenn dómarin bríkslaði til hálvleik, trillar hann runt við verjuni og smekkar til. Jordan Perez í málinum var tó klárur og bjargaði væl.



Vóru vit klárt betri í fyrra hálvleiki, vísti Lincoln Red sera góðan stríðsvilja í seinna. Teir vildu ikki lata úrslitið liggja á sær, og hóast dygdirnar avgjørt eru avmarkaðar, vístu teir góðan vilja og royndu at koma afturí aftur.



Hetta megnaðu teir eisini parvís. Fimm minuttir inni í seinna hálvleiki minkaðu teir um munin. Bólturin verður spældur upp í okkara høgru síðu og sendur innfyri til George Cabrera, sum smekkar eitt gott skot umvegis stongina í málið. Minuttin aftaná komu teir í akkurát somu støðu, hesa ferð fór skotið frá Liam Clarke tó tíbetur uppum mál okkara.



Hóast vekjarin ringdi, vaknaðu vit ikki rættilga. Seks minuttir eftir tímaslagið var hepnið við okkum, tá eitt gott skot frá Joseph Chipolina brast á stongina. Bara minuttin seinni mundi Fróði økt. Endin varð tó, at stongin var fyri, og bæði Fróði og Rógvi fóru lamterandi í reklamuskiltið aftanfyri málið.



Tá stórt korter var eftir, varð Levi sendur avtað. Tíverri fór skotið skeivumegin stongina og út. Minuttin aftaná minkaðu gestirnir aftur um munin. Eftir horna kemur speril í og úr stuttari fjarðstøðu sendur Joseph Chipolina bóltin í málið. Nú stóð á, og helst er onkur bøllutur sleptur á veginum.



Vit fullu tó ikki í fátt, men fingu fatur aftur í rætta endanum. Levi Hanssen sum eisini spældi ein fínan dystin, punkteraði dystin við máli í 81. minutti. René kemur sær við góðum vendingum í góða støðu. Ístaðin fyri at royna sjálvur, sendur hann til Levi.



Beint fyri dystarlok leggur Jóhan Troest upp til enn eitt super mál. Ein frálík long avlevering verður send har afturi frá upp um verjuna til Fróða, sum hevði runnið seg í góða støðu innum verjuna. Hann ger, sum Tróndur gjørdi í fyrra hálvleiki, temur sær bóltin og smekkar til í málið.



So var ikki meira at gera í dag, og Vadims Direktorenko takkaði fyri og bríkslaði góða og spennandi dystin av. Við tí gjørdist løtan søgulig. Fyri fyrstu ferð hava vit leikt okkum víðari í Champions League.



Nú bíðar serbiska FK Partizan úr Beograd í næsta undanumfari í ársins Champions League. Vit eru víðari, og antin týsdagin ella mikudagin í komandi viku spæla vit í Beograd.



Tað verður sjálvandi ein heilt onnur og helst nógv torførari uppgáva. Men tað gleða vit okkum eisini til. Vit fegnast, reisa okkum og ynskja hjartaliga til lukku við søguliga sigrinum.


Hæddarpunkt frá dystinum kunnu síggjast her. fsf.fo eigur upptøkurnar.



Koyr á, HB!




HAGTØLINI



Champions League, 1. undanumfar týsdagin 8. juli 2014 kl. 19:00 á Tórsvølli



HB – Lincoln Red 5-2 (3-0)
1-0 Levi Hanssen 11'
2-0 Tróndur Jensen 25'
3-0 Jóan Símun Edmundsson 34'
3-1 George Cabrera 50'
3-2 Joseph Chipolina 76'
4-2 Levi Hanssen 81'
5-2 Fróði Benjaminsen 88'



Gult:
Jóan Símun Edmundsson. Heini Vatnsdal og Andrew av Fløtum



Liðið:
 Teitur M. Gestsson – Alex José dos Santos, Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, René Shaki Joensen (Jógvan Rói Davidsen 90), Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (liðsk.), Levi Hanssen, Kristin R. Mourtisen (Pál Mohr Joensen 90), Tróndur Jensen (Andrew av Fløtum 58) og Jóan Símun Edmundsson



Óbrúktir eykaleikarar:
Thomas Knudsen, Bartal Wardum, Teit Jacobsen og Poul Ingasson



Á beinkinum: Heðin Askham, Jón Simonsen, Kaj Niclsen, Gudrid Nolsøe, Kári Jacobsen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe



Dagsins maður: Fróði Benjaminsen (red.)




Dómari: Vadims Direktorenko (LVA)
Hjálpardómarar: Haralds Gudemanis og Aleksejs Spasjonnikovs (LVA)
4. dómari: Andris Treimanis (LVA)


Myndir: Rakul Hansen