So vunnu kvinnurnar aftur

Kvinnur 1. deild, 2. umfar: ÍF/Víkingur – HB 1-2




Sunnudagin spældu okkkar kvinnur útsetta dystin frá øðrum umfari móti ÍF/Víkingini í Sarpugerði. Við sigrinum eru kvinnurnar nú aftur á slóðini.






Eftir trivaliga ósigurin móti KÍ var umráðandi at finna aftur til góðu gongdina higartil í kappingini. Tað megnaðu vit so eisini.





Rebekka Benbakoura varð aftur stóri leikarin og skoraði bæði okkara mál í dystinum. Fyrst tá smáir tjúgu minuttir vóru leiktir, og síðani tá hálvur tími var farin.





Fimm minuttir fyri tímaslagið minkaði Jensa Tórolvsdóttir fyri vertirnar, og tí bleiv endaliga úrslitið ein tepur 2-1 sigur til okkara kvinnur.





Okkara kvinnur liggja eftir góða sigurin í Sarpugerði á einum tryggum triðja plássi, og hetta er helst á heilt góðari leið sæð í ljósinum av stóru útskiftingini, sum hevur verið á liðinum.


Koyr á, HB !!!!




HAGTØLINI


Kvinnur, 2. umfar: sunnudagin 21. mai 2017 kl. 12.30 í Sarpugerði



ÍF/Víkingur – HB 1-2 (0-2)

0-1 Rebekka Benbakoura 19’
0-2 Rebekka Benbakoura 30’
1-2 Jensa Tórolvsdóttir 55’


Liðið: Simona Heinesen – Rannvá Mortensen (Sólrun Thomsen 77), Nadja Johannensen, Janita Ole-Jacobsen, Julia Helena Henriksen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Elin Maria Isaksen og Rebekka Benbakoura



Óbrúktir eykaleikarar:
Valdis Ólafsdóttir – Marjun undir Kletti, Barbara á Dunga og Liljan av Fløtum Petersen



Venjari:
Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson



Dómari:
Kristian Bjartalíð
Hjálpardómarar: Áron Sofus Vest og Teitur Isaksen