So skulu finalistarnir finnast

Undan seinnu hálvfinalunum i Løgmanssteypinum : HB – B36


Alt er opið nú undan seinnu hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Í Gundadali er grannauppgerðin mikla á skánni, og við Løkin spæla NSÍ og KÍ. Báðir fyrru dystirnir endaðu við javnleiki, og tí er einki avgjørt enn.




Pílarnir hjá okkum og B36 peika í verandi stund hvør sín veg. Meðan vit hava verið á veg uppeftir, hava grannarnir staðið eitt sindur í stað. 
Nú er vent í holuni, og vit eru í fríum falli, samstundis sum B36 hevur fingið fatur á rætta endanum.



Tí verður helst sera spennandi at siggja Kristi himmalsferðardag, hvussu leikur fer. Formkurvar og standur annars hevur vanliga onga ávirkan á, hvussu dystirnir okkara millum plaga at enda.



Men, hósdagin skulu finalistarnir so finnast, og sum er hava vit útivallarmálið, ið er munurin í skrivandi stund.



Vit vita tó, at skulu vit gera okkum vónir um at sleppa í ársins steypafinalu, skulu aðrir bollar í suppuna, sæð í ljósinum av gongdini hjá okkum seinastu dystirnar.


Vit gleða okkum almikið til spennandi dystin hósdagin kl. 15.00 og bjóða øllum vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.


Góðan dyst og 
koyr á, HB!!!!




Seinnu hálvfinalurnar eru hesar:
2505 HB – B36 (1-1)
2505 NSÍ – KÍ (2-2)


Í sambandi við dystin verður skipað fyir upphiting í Bowlinghøllini. andlitsmáling og fjepparalutir verða at fáa. Buffet fyri 125 krónur er at fáa frá kl. 12-14, børn sleppa fyri hálvan prís.

Síðani verður skrúðgonga oman í Gundadal. Eisini fer Sportigan at hava sølu í HB-húsinum frá kl. 14.00.