Símun stakk tríggjar ferðir

Effodeildin, 17. umfar: HB - NSÍ 3-2 (0-0)


Talan gjørdist ongantíð um tann stóra fótbóltsdystin, men tað stutta av tí langa er, at okkara vunnu 3-2 á gestunum úr Runavík í dag. Hóast vit til tíðir høvdu gestirnar í posanum, var torført at binda fyri, men ólavsøkan er bjargað, og fjarstøðan til hini liðini í deildini varðveitt.




Hetta var fyrsti dysturin hjá Heðini Askham sum NSÍ-venjara, og hansara menn høvdu lisið væl uppá og góvu okkara monnum góða mótstøðu. Dysturin byrjaði javnt, men so við og við koma okkara meira við, og hóast møguleikar vóru til mál, kom einki mál í fyrra hálvleiki.



Lagið var gott í hálvleikinum, men vit kendu okkum ikki heilt álvulig við støðuna. Tað gingu tó bara 9 minuttir av seinna hálvleiki, so vóru vit á odda. NSÍ-verjan kiksar eina afturlegging, og so er Símun leysur og skorar trygt til 1-0. Henda støðan helt sær eina tíð, men í 70. minutti er toppskjúttin hjá NSÍ har og javnar til 1-1 eftir horna.



Javnleikurin var ikki heilt í tráð við dystargongdina, og í 74. minutti er dagsins maður, Símun Samuelsen, aftur framvið. Hann gerst brádliga leysur móti NSÍ-málinum og setir bóltin trygt í netið til 2-1.



Nakrar minuttir seinni fáa okkara fríspark úr góðari støðu. Fleiri halda seg til, men endin er, at Símun tekur frísparkið og setir tað trygt í netið til 3-1. Hattrikk til Símun og nú sá gott út hjá okkum.



Nakrar minuttir seinni ger ein verjuvilla, at Árni Frederiksberg hjá NSÍ gerst púra leysur og minkar um munin til 3-2. Henda støðan helt sær til dystarenda, og sostatt vunnu okkara dystin.



Samanumtikið var sigurin tryggur, og tískil eru okkara framvegis 7 stig á odda í deildini. Næsti dystur er við Stórá í Trongisvági sunnudagin.


KOYR Á, HB!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 17. umfar ólavsøkudag 29. juli 2013 kl. 16:00 í Gundadali



HB – NSÍ 3-2 (0-0)

1-0 Símun E. Samuelsen 54
1-1 Klæmint A. Olsen 70
2-1 Símun E. Samuelsen 74
3-1 Símun E. Samuelsen 81
3-2 Árni Fredriksberg 87



Liðið:
 Teitur M. Gestsson – Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar H. Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.) – Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Heini Vatnsdal 64)

Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen, Bartal Wardum, Bárður J. Heinesen og Tróndur Jensen



Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe



Dagsins maður: Símun E . Samuelsen
Gul kort: Fróði Benjaminsen og Símun E. Samuelsen
Reytt kort: -



Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Jan á Líðarenda og Kristian Sofus Petersen
4. Dómari: Rói Jacobsen



Myndir: Finnbogi Arge