Í fyrra dystinum okkara millum, ið eisini var leiktur við Margáir, megnaðu vertirnir at tiltuska sær øll stigini eftir ein verjudyst av rang.
Men vit megnaðu ikki at seta okkara fingramerki á, og tá vit so skoraðu, bleiv málið púra skeivt kolldømt.
Eitt sindur av broytingum eru framdar á okkara liði. Onkur er farin, og onkur er komin, men helst eru vit líka sterkir sum seinast, við vitjaðu við Margáir.
Men skulu vit vinna okkum fulla úrtøku, mugu allir draga somu línu, og tí er tað sera umráðandi, at okkara venjarar fáa stoypt kúlurnar soleiðis, at allar passa til kanónina.
Vit gleða okkum almikið til, at Effodeildin byrjar aftur, og fara talsterk norð at stuðla okkara monnum fram á leið.
Góðan dyst og koyr á, HB!!!!
Allir dystirnir í 15. umfari eru hesir:
2107 Víkingur – ÍF
2207 07 Vestur – NSÍ
2307 B36 – Skála
2307 KÍ – TB/FCS/Royn
2307 EB/Streymur - HB
Mynd: Rakul Hansen