Samansjóðingardagur hjá kvinnunum


Leygardagin 8. juni høvdu HB-kvinnurnar frívikuskifti frá dystum, og tí varð gjørdur ein samansjóvingardagur fyri øllum okkara leikarum. Dagurin byrjaði við, at allar møttu í HB-húsinum, tað einasta tær vistu var, at tær skuldu hava ryggsekk við heitum klæðum, okkurt at drekka og smílið við.




Tá allar vóru møttar, fingu tær boð um at møtast á Eysturvølli. Har vóru ymisk spøl á skránni, og leikararnir vórðu býttir upp í trý lið. Síðani fekk hvørt lið ein stóran svartan skrelliposa í part. Í honum vóru bóltar, glúpar, spannir, keylir, rullur av bandi, knívar og annað gott.

Ætlanin var hendan: Á túrinum vóru ymiskar uppgávur, og stig varð givið fyri tær. Alt bleiv so talt upp til endans og vinnarin funnin. Spannin, sum var í posanum, skuldi brúkast at heinta 1 krabba, 1 síl, 5 fliður og 10 maðkar, og skuldi hetta verða við líka til endans, og minus stig fyri tað, sum ikki var í spannini.



Fyrstu uppgávurnar vóru á Boðanesi, og har vóru tríggjar uppgávur.



Tann eina var at sparka ein bólt gjøgnum tveir pinnar, og allar á liðnum skuldu sparka. Tann næsta uppgávan var, at allar á liðnum fingu ein spurning um ella kring okkara lið í HB. Tann seinasta uppgávan var at taka eina glaða HB-mynd, og hesar myndirnar síggjast niðanfyri greinina her. Tann eina myndin bleiv tó sensurerað, tit vita hví! :-)



Eftir hetta skuldu liðini møtast niðri í gomlu Hoyvíkini. Tá øll liðini vóru komin á pláss, fingu tey uppgávuna at vita. Eitt stað lógu tríggir bunkar av dunkum, plattum og fjalum. Uppgávan var at renna út har, gera ein flaka, og at tvær-tríggjar skuldu sjóseta flakan og rógva hann inn á molan. Hetta gekk fínt hjá tveimum liðum, men tað seinasta liðið var nógvar, nógvar flakalongdir og góðan hálvan tíma seinni enn tær fyrstu! Eftir hetta var kapprógving rundan um molan, og tað allar seinasta var at leypa á sjógv!



Tá alt hetta var liðugt, og leikarar høvdu summað seg í sólini, settu venjararnir seg í ein bil og søgdu, vit síggjast í HB-húsinum!



Tá leikarar komu troyttir í HB-húsið, stóð grillin klár, og bæði matur og drekka var klárt. Avgjørt ein góður, stuttligur og gevandi dagur fyri okkum øll.



Undir greinini síggjast nakrar av myndunum frá degnum. Hesin dagurin er eitt árligt tiltak, sum HB-kvinnurnar hava, og seinasta ár var tað hagin á Argjum, sum stóð fyri skotum. Í ár varð yvirleggjarin settur sindur hægri, og komandi ár skal tað vera enn betur!