Regin, Petur Ovi, Tórur og Leivur á U16 landsliðið

Thomas Thinggaard, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til komandi menningarkapping, sum verður í Slovenia frá 17. til 25. apríl.



- Vit síggja við spenningi fram ímóti, at hesir dreingirnir skulu royna seg á altjóða pallinum. Soleiðis sigur Thomas Thinggaard, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, sum frá 17. til 25. apríl skal taka lut í UEFA Menningarkapping í Slovenia.




Umframt Føroyar og Slovenia, verða Litava og Luksemborg eisini við í kappingina.




Føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú góðar tvær vikur undan fráferðir, hevur venjarin, saman við hjálparvenjaranum, Eli Hentze, sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til kappingina.




U16-hópurin sær soleiðis út:



Peter Bergmann Hansen, Kerteminde/OB (DK)
Ingi Jonhardsson, Víkingur
Aleksandur Ó. Jensen, Jákup Højgaard, B68
Óli Eyðsteinsson Poulsen, Jonn Johannesen, Gulak Jacobsen og Fríðálvur Klakk,
Regin í Geil Jacobsen, Petur Ovi Dam, Tórur Joensen, og Leivur Guttesen, HB
Ludvík Breckmann, Sámal Jákup Jóhannusarson, Pætur Eliasen, Jóhann H. Joensen, Áki Hentze, Jónas Warner, B36




- Eg eri sera væl nøgdur við hópin. Talan er um 18 góðar spælarar, sum eg eri sannførdur um kunnu fremja nøkur góð avrik fyri Føroyar, sigur Thomas Thinggaard við heimasíðuna hjá FSF

Vit fegnast um at Regin, Petur Ovi, Tórur og Leivur hava fingið landsliðsboð og ynskja øllum bestu eydnu við komandi uppgávunum.


Mynd og heimildari: fsf.fo