Pingel longt við HB


Stutt er millum sáttmálarnar í løtuni, og nú er greitt, at Sebastian Pingel, sum kom til felagið til kappingarárið 2017, heldur fram í HB.



Pingel royndist sera drúgvur í ár, og afturfyri bleiv hann á ársveitsluni kosin at vera ársins leikari hjá bestu monnunum.



Vit fegnast um, at Pingel aftur fer at trumla oman og niðan eftir leikvøllunum kring landið í 2018 í reyð/svørtu blusuni.


Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir