Øssur aftur í HB


Øssur Dalbúð skiftur aftur til Havnar Bóltfelag. Toppskjútti okkara frá í fjør skal royna at skjóta okkum upp eftir stigatalvuni.



Í fjør blivu tað til íalt 17 mál í 24 dystum, og helst minnast fleiri, at hann kom buldrandri á vøllin móti Skála og bumbaði okkum til trý mál og trý stig.




Vit fegnast um at síggja Øssur aftur í Gundadali og vóna enn fleiri mál í ár.