Ólavsøkan er bjargað


Effodeildin, 16. umfar: HB – KÍ 2-1


Hóast gestirnir komu framum í fyrra hálvleiki, megnaðu vit at venda gongdini og loksins vinna okkum framum.



At talan fór at verða um ein "kassadyst", var helst eingin í iva um, men at so nógv fólk fóru at møta upp, var dámligt. Hetta var akkurát sum fyrr.



Tað fyrstu løtuna leikaði javnt á, men so hvørt kom KÍ betur við og setti seg meira á spælið. Serliga teirra vinstra síða var lívlig.



Tá nítjan minuttir vóru spældir, komu gestirnir framum. Vit fingu ikki ruddað eitt innlegg burtur, og endin var, at Páll Klettskarð var á rætta staðnum og sendi bóltin í málið.



Vit fullu tó ikki í fátt, men vístu góðan vilja og spentu álopsbogan av nýggjum, og beint fyri hálva tíman fingu vit løn fyri ómakin.



Gott spæl við nógvum bóltflytingum endar við, at Øssur Dalbúð smekkar bóltin - turt - í málið og okkum inn aftur í dystin.



Í seinna hálvleiki vóru vit betur við, og góða og ágrýtna spælið helt fram. Samstundis vóru gestinir altíð klárir og smekkaðu, til hvørja ferð møguleikin beyðst.



Beint fyri tímaslagið hendi tað so. Vit spæla væl í vinstru siðu, og loksins verður bólturin sendur tvørtur um brotsteigin. Har var Adrian Justinussen, og dagsins maður gjørdi ikki mætari enn at senda bóltin í málið.



Helst hevur hann skorað vakrari mál fyrr, men tá alt kom til alt, fór bólturin innum. KÍ legði nú nógv meira fyri og herjaðu áhaldandi á okkara mál. Tíbetur vóru vit klárir uppá hetta, samstundis sum Teitur stóð ein sera góðan og avgjørdan dyst.



At gestirnir løgdu nógv fyri, hevði samstundis við sær, at vit sluppu í skjót mótálop. Fleiri ferðir var um reppið, at vit komu ígjøgnum.



Men endin var, at vit megnaðu at binda fyri og greiddu tí flotta setningin at fáa gongd á aftur. Hetta var, sum tað eigur at verða, og nú er umráðandi at halda grýtuni í kók.




Takk fyri super gott undirhald og til lukku til okkum øll, ið elska HB.





HAGTØLINI



Effodeildin, 16. umfar ólavsøkudag 29. juli 2017 kl. 16.00 i Gundadali:



HB – KÍ 2-1 (1-1)

0-1 Páll A. Klettskarð 19'
1-1 Øssur Dalbúð 31'
2-1 Adrian Justinussen 59'



Liðið:
Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Sebastian Pingel (Hans Jákup Annfinsson 71), Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen (Levi Hanssen 81), Símun Samuelsen (Heri H. Mohr 89) og Øssur Dalbúð



Óbrúktur eykaleikarar:
 Mattias Lamhauge, Hjalti K. Djurhuus, Aron Clementsen og Daniel Johansen



Á beinkinum:
Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe



Dagsins maður:
Adrian Justinussen



Dómari:
Petur Reinert
Hjálpardómarar: Dan Højgaard og Andreas Petur Hansen
4. dómari: Rúni Gaardbo

Myndir: Rakul Hansen