Nýggjur klokkuskíggi í Gundadali

Nú verða ongir trupulleikar at síggja hvussu støðan er ella hvat klokkan er á ovara vølli í Gundadali. Nýggi klokkuskíggin hevur ikki færri enn 185.000 LED-ljósdiodur og er nærum 20 fermetrar til støddar, og er sostatt tann størsti í Føroyum.


Skíggin hevur eins sterkar litir sum eitt vanligt heimasjónvarp og sæst væl, sjálvt í sterkum sólarljósi. Skíggin kann brúkast sum sjónvarps- og telduskíggi, og tí fer hann eisini at verða brúktur til at vísa úrslit, samandráttir, tónleik, list og annað undirhald.

Tað er Tórshavnar kommuna, sum hevur latið seta nýggja klokkuskíggjan upp.