Nú má gongd fáast á

Undan 6. umfari í Effodeildini: HB - Víkingur


Vit skulu reisa okkum eftir eina vánaliga byrjan upp á ársins Effodeild. Víkingur kemur á vitjan í Gundadali, og nú mugu vit fáa gongd á.




Uppgávan er torfør, men ikki ómøgulig. Eftir eina góða byrjan setti KÍ kílar í hjá Víkingum, tá liðini møttust í Sarpugerði sunnudagin.



Ikki tí, helst eigur annað stigið at kennast Víkingi søtari, sæð í ljósinum av at teir komu afturíaftur í dystinum í evstu løtu og fingu javnað.



Vit megnaðu heldur ikki at skjóta mál í okkara triðja dysti í Eysturoynni, og hóast vertirnir tá spældu meira enn ein hálvleik 10 móti 11, vóru vit ikki nóg ágrýtnir ella neyvir í avgerðandi løtunum.



Nú eiga alarmklokkurnar í HB-húsinum at ringja, tí hetta hevur avgjørt ikki verið tann byrjanin, vit og helst leikarar og venjarar generelt høvdu vónað, og dýrtkeypta liðið hevur higartil bara vunnið ein dyst.



Men vit gleða okkum at síggja okkara menn fáa hetta uppá pláss sunnudagin kl. 15.00, tá Víkingur kemur á vitjan.



Vit ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.




Góðan dyst og koyr á, HB!!!!




Allir dystirnir í 6. umfari eru hesir:

2904 B36 – ÍF
3004 KÍ – EB/Streymur
3004 TB/FCS/Royn – NSÍ
3004 07 Vestur – Skála
3004 HB - Víkingur