Nú er álvara

Undan 23. umfari í Effodeildini: NSÍ – HB


Mikudagin er longu aftur fult umfar í Effodeildini. Hesuferð skulu vit inn til Runavíkar har NSÍ tekur ímóti við Løkin.




Síðan summarsteðgin og frálíka steypasigurin, hevur ikki gingið eftir vild hjá dagsins vertum.
So mikið at NSÍ nú hevur mist triðaplássið til grannar okkara fyri sunnan.



Hetta hevur tó, sum so, ongan tíðning, tí Evropa luttøkan fyri komandi ár longu er bjargað. Men, dystirnir móti HB eru tó, vanliga, dagur í viku, og skulu fyri ein hvønn prís vinnast.



Vit mistu aftur í okkara elting av oddaliðunum tá vit vóru við undirlutan móti Víkingi. Farna leygardag vóru eystanmenn á vitjan í Gundadali, og teir gjørdu tað ljóta við okkum, bæði so og so, og fóru avstað aftur við øllum.



Nú eru bara fimm dystir eftir, og skulu vit gera okkum væntanir um nakað stuttligt í ár, mugu vit vinna tað sum eftir er.



Á degnum klára vit øll og hví ikki bara mikudagin kl. 18.00 við Løkin í Runavík.



Vit gleða og koyr á, HB!!!!



Allir dystirnir í 23. umfari eru hesir:
2009 B36 – TB/FCS/Royn
2009 Víkingur – KÍ
2009 EB/Streymur – 07 Vestur
2009 NSÍ – HB
2009 Skála - ÍF


Mynd: Rakul Hansen