NSÍ tekur ímóti

Undan 5. umfari í Effodeildini: NSÍ – HB


Um vikuskiftið verður 5. Umfarið í Effodeildini avgreitt.Sunnudagin skulu vit til Runavíkar har NSÍ tekur ímóti.



Umstøðurnar við Løkin eru nú blivnar so góðar, at tað eftir hondini er blivin ein góður túrur til Runavíkar. Nú manglar bara at fáa skil á klokkuni.



Tá tað er sagt, plaga vit at hava tað trupult við Løkin. Oftast roynast vertirnir óblíðir, tí vit vanliga ikki fáa meira enn tað eina stigið við aftur.



Ikki tí, NSÍ hevur helst ikki fingið akkurát tað byrjanina teir høvdu ætlað sær, men so hvørt eru teir nú við at koma á kósina aftur.



Vit løgdu annars fyri vit at vinna móti vágamonnum, men síðan hava vit ikki megnað at vinna í ársins Effodeild. Tvær ferðir hava vit longu verið í Eysturoynni og tvey stig og einki mál tala sítt greiða mál.



Hinvegin, so enda dystirnir millum okkum og NSÍ sjáldan við málleysum javnleiki, so eingin grund er at vænta tað heldur sunnudagin.



Vit gleða okkum til spennandi dystin ið verður við Løkin kl. 15.00 sunnudagin, og helst fara fleiri at nýtia høvið at sleppa ókeypis til dyst við Stuðlabussinum.



Allir dystirnir í 5. umfari eru hesir:
2204 Skála – ÍF
2304 NSÍ – HB
2304 EB/Streymur – 07 Vestur
2304 TB/FCS/Royn – B36
2304 Víkingur - KÍ