Nina Davidsen til HB

Fyrr í dag varð greitt, at besta kvinnulið okkara fær enn ein styrk. Nina Davidsen, ið hevur vart málið hjá Víkingi higartil, skiftir beinanvegin til Havnar Bóltfelag.


Nina Davidsen er 20 ára gomul og ættað av Toftum. Nina er A-landsliðsleikari og verður mett at vera ein av bestu málverjunum í kvinnudeildini.

Í 2008 spældi Nina sínar fyrstu dystir fyri samanlagda kvinnuliðið B68/NSÍ. Tá bleiv tað til 4 dystir. Árið eftir spældi hon 12 ferðir. Í 2011 skifti Nina til Víking, har hon rættiliga spældi seg fast inn á liðið í fjør við tjúgu dystum.

Vit í HB fegnast um tilgondina  og ynskja Ninu hjartaliga vælkomna í felagið. Nú er klárt at taka kappingina upp við Anniku Hansen um málverjuplássið í bestu kvinnudeildini.

Longu í morgin skulu kvinnurnar aftur í eldin, tá KÍ tekur ímóti í steypakappingini.