Fult hús eftir tvey umfør

1. deild menn (2): Víkingur - HB 1-3

Í morgin fáa mennirnir hjá Frankie eina stóra avbjóðing í Vági, tá FC Suðuroy tekur ímóti. Vit hava fult stigatal fyri tveir dystir meðan niðurflytararnir hava tapt ein og vunnið ein dyst higartil í ár.




Allarhelst verða Kári Nielsen og Johan Eivind Restorff Mouritsen ikki við í morgin. Báðir fingu smásnuddir í dystinum móti Víkingi í Gøtu seinasta leygardag. 
Dysturin ímóti Víkingi skuldi annars spælast í Leirvík, men varð vegna kava fluttur til Gøtu.




Pál Mohr Joensen, Jógvan Skeel Nolsøe og Tróndur Jensen høvdu allir fingið venjingarboð frá U21 landsliðsvenjaranum, so Bárður Guttesen byrjaði inni meðan David R. Nolsøe, Tóri Rasmussen og Kjartan Nielsen vóru við á beinkinum.


Okkara menn byrjaðu væl og løgdu beinanvegin gott trýst á mótstøðuliðið. Vit komu í nakrar vandamiklar støður eftir ágangandi hornaspørk. Í 11. minutti fingu vit enn eitt horna, og har var Jákup Slættalíð sum ikki einaferð hægstur og stútaði bóltin í málið til 1-0.


Vit trýstu allan fyrra hálvleik, men kanska diggaðust vit ov nógv frammanfyri brotsteiginum, heldur enn at medda til tá høvið beyðst.





Fimm minuttir fyri hálvleik, gjørdist Jóhan Eivind R. Mouritsen púra leysur við málmanninum, men tíverri fyri okkum megnaði Elias Rasmussen í Víkinga málinum at taka skotið.


Í øðrum hálvleiki høvdu vit vindin ímóti. Víkingur fekk meira spæl og hevði fleiri næskar royndir. Tað einu ferðina hevði Hans Jørgensen eina góða bjarging, men datt skeift og meiddi sær ryggin.





Tá stórur tími var leiktur, smekkaði Ingi Sørensen til nakað úti frá, tíverri er Hans óheppin og glíður, og bólturin endar í netinum til javnleik.Hóast mótvind mentu vit okkum aftur og komu í einar tvær, trýggjar góðar støður.




Sverri Mohr Mortensen vil hava fríspark, tá hann frá vinstru kemur inn móti 16 metrum, men hann fær tað ikki, ístaðin ger Magnus Egilsson skjótt av og knallar bóltin í málið til 2-1 til okkum.


Teir tríggir á beinkinum blivu nú skiftir inn, og hóast undir trýsti av Víkingini, fáa vit onkran kontra. Kristin fær lagt ein góðan bólt inn fyri málið, men Bárður Guttesen skallar uppum.



Vit pressa víðari, og yvirtíðini koma við ígjøgnum høgrumegin. David R. Nolsøe verður spældur fríur, men enn einaferð bjargar málmaðurin skotinum. Dávid er tó fyrstur aftur á returinum og fær trýst kúluna í netið til 3-1





Ein fínur sigur undir torførum umstøðum. Sigurin hevur við sær at vit nú eru heilt har uppi, sum tað er rættuliga stuttligt. Leygardagin tekur so FC Suðuroy ímóti. Niðurflytararnir verða helst ein herskin biti, men nú fáa vit so at síggja. Hjartaliga til lukku við sigrinum og frálíku gongdini higartil.