Milan takkar fyri seg

Sum skrivað var her á síðuni fyrr í vikunu, verður vaktarskiftið hjá høvðusungdómsvenjaranum. Heimasíðan hevur fingið eitt skriv frá Milan, sum vit endurgeva her.

- Sum kunnugt haldi eg ikki fram sum høvuðsungdómsvenjari hjá HB næsta ár. Eg havi í hesum sambandi fingið nógvar viðmerkingar, har fólk halda, at eg longu eri givin sum venjari, og at tað er ósemja millum meg og HB. Eg ynski tí at siga frá, at einki stríð er millum meg og HB, og at eg haldi fram sum venjari til avtala okkara fyri hetta árið er endað.



Eg havi havt tað øgiliga gott í HB og havi verið væl móttikin frá fyrsta degi. Eg havi havt gott samskifti við hjálparfólk og leikarar, og foreldrini hava verið fyrimyndarlig. Eg vil tí takka øllum fyri tíðina í HB, ikki minst fyrrverandi formanninum, Finnboga Arge, ið bjóðaði mær at koma til felagið.

Sjálvur hevði eg verið til reiðar at hildið fram eina tíð enn, men eg virði sjálvsagt, at leiðslan í HB hevur avgjørt at royna okkurt nýtt. Eg ynski teimum eisini bestu eydnu við arbeiðinum at fáa fótbóltsmenningina í felagnum uppá eitt enn hægri støði.



Tá ið eg byrjaði í felagnum, fekk eg at vita, at HB er eitt felag við vinnaramentan, og tað havi eg roynt at arbeitt eftir. Hesi 5 árini hava ungdómsliðini hjá HB vunnið flestu kappingar í Føroyum og hava eisini fingið góð úrslit á ferðum í Danmark og Íslandi.

Hetta hevur ikki verið ein sjálvfylgja, men er úrslit av tí góða ungdómsarbeiði, ið vit saman hava bygt upp. Alt er gjørt við toymisarbeiði, og eg vil takka øllum venjarum og øðrum, ið hava hjálpt til við hesum.



Í HB hava vit eisini eina góða breidd av ungum leikarum, og eg eri m.a. errin av, at vit í ár spæla við tveimum unglingaliðum, og tveimum liðum í meistarabólkinum hjá ávikavist dreingjum og smádreingjum, umframt hópin av øðrum liðum.

Tilsamans hava tað í ár verið umleið 300 dreingjaleikarar í HB, so tað hevur sjálvsagt verið krevjandi at fáa alt at ganga upp við venjingartíðum, liðum, dystum, kappingum og øðrum.



Mín arbeiðsháttur byggir á eina hugsan, um bæði at hava góða leikaramenning og at røkka góðum úrslitum. Sjálvur haldi eg eisini, at leikarar í HB dáma væl at vinna, men fyri at vinna má man venja nógv og rætt, hvíla millum venjingar, liva sunt og alla tíðina betra seg fysiskt, tekniskt og mentalt.

Hesi tingini hava stóran týdning, og teir leikarar sum hava sterkan vilja og alla tíðina arbeiða við at gerast betri koma vanliga eisini longst. Við hjálp frá góðum venjarum og góðum baklandi eru tað hesir leikarar, sum síggjast aftur á vinnandi ungdómsliðunum og mennast so mikið nógv, at teir seinni kunnu spæla fótbólt á høgum støði í Føroyum ella uttanlands.



Í fjølmiðlunum havi eg sæð, at HB hevur sett sum mál at betra um ungdómsarbeiðið, tí ov fáir spælarar enda á besta liðnum. Serliga tá hugsað verður um øll tey meistaraheitini HB vinnur í ungdómsfótbólti. 

Hesum eri eg ikki samdur í, m.a. tí tað sjálvt við góðum ungdómsarbeiði er avmarkað, hvussu nógvar leikarar tú kanst spæla inn á besta liðið í senn. Í løtuni eru 11 leikarar, sum eg havi arbeitt við í ungdómsdeildini, ið eru við ella rundan um Effo-hópin.

Í hvønn mun hesir gerast leikarar á besta liðnum veldst m.a. um, hvussu leikararnir verða mentir víðari frá ungdómsdeildini, og í hvønn mun felagið ætlar at spæla hesar leikarar inn á besta liðið ella velur aðrar leikarar í staðin.

Herumframt eru eisini 4 leikarar, sum eru farnir úr HB og nú spæla við útlendskum feløgum, og skjótt fara aðrir helst sama veg. Sjálvur havi eg fyrr eisini arbeitt við ungdómi í øðrum føroyskum feløgum, og tað er hugaligt at síggja, at eisini leikarar frá tí tíðini spæla í bestu deildini.

Sum høvuðsungdómsvenjari er tað eisini stuttligt at síggja, at seinast U17-landsliðið varð úttikið, vóru heili 6 leikarar við, ið hesi síðstu 5 árini hava verið partur av okkara ungdómsdeild, og herumframt eru aðrir 6 leikarar úttiknir til komandi uppgávur hjá U15-landsliðnum.

Í hesum og yngri árgangum eru eisini nógvir aðrir góðir leikarar, sum við røttum hugburði og góðum venjarum kunnu mennast víðari frá góðum ungdómsleikarum til komandi Effo-leikarar. Hetta krevur tó sjálvandi, at tað eisini aftaná árini í ungdómsdeildini verður arbeitt miðvíst víðari við leikarunum.



Hesi 5 árini havi eg møtt nógvum liðum og hitt nógvar venjarar úr øðrum feløgum. Eg havi stóra virðing fyri tí ungdómsarbeiði, ið verður gjørt í nógvum av hinum feløgunum, og ynski eisini at takka teimum fyri gott samstarv.

Samstundis eri eg glaður fyri, at fleiri feløg hava lagt merki til tey góðu úrslit, ið vit hava rokkið í ungdómsdeildini hjá HB, og eg vóni, at henda menning heldur fram. Eg eri eisini glaður fyri, at eg móti endanum av kappingarárinum 2015 kundi hjálpa felagnum sum høvuðsvenjari hjá Effo-liðnum, og at vit tað árið megnaðu at tryggja felagum rætt til at spæla dystir í Europa Cup.



Sum sagt haldi eg fram sum høvuðsungdómsvenjari nakað enn. Í fyrsta lagi skulu síðstu dystirnir avgreiðast, og aftaná tað er ætlanin at skipa fyri vetrarvenjing á sama hátt sum undanfarin ár. Hvat eg fari at arbeiða við komandi ár, havi eg ikki tikið avgerð um enn, men helst verður tað okkurt, ið hevur við fótbólt at gera. Um tað verður í Føroyum ella aðra staðni, havi eg heldur ikki tikið avgerð um enn.



Eg havi knýtt nógv vinabond í HB, og tað eri eg takksamur fyri. Eg fari tí at enda við enn einaferð at takka tykkum øllum fyri hesi 5 árini og ynskja tykkum alt tað besta, bæði við fótbóltinum, men eisini við øllum øðrum.



Heilsan



Milan Cimburovic