Málveitsla í hálvfinaluni hjá U16 dreingjum


U16 dreingir, steypakappingin, hálvfinala: HB - EB/Streymur 6-4


Tað gjørdist ein sera málríkur dystur millum U16 dreingirnar hjá HB og EB/Streymi mikukvøldið. Ikki færri enn 10 ferðirnar endaði bólturin í meskunum umframt tvær reisur, tá málini vóru kolldømd fyri rangstøðu.



Eftir fyrstu løtuna ímyndaðu vit okkum, at HB fór at vinna stórt. Hilmar Leon Jacobsen sendi eitt vælplaserað langskot upp í høgra horn, og løtu seinni økti Jákup L. Thomsen til 2-0.


Men brádliga vaknaðu gestirnir úr Sundalagnum og fingu tvey skjót og væl gjøgnumspæld mál, og so var javnleikur aftur.


HB fær síðani brotsspark, og Jákup L. Thomsen skorar til 3-2. Hinumegin var okkara málmaður óheppin, tá bólturin glapp honum av hondum. Framherji hjá EB-Streymi er kvikur við fótinum og fær javnað til 3-3.


HB kemur framum aftur, tá Jákup L. Thomsen hegnisliga høvdar eina góða avlevering frá vinstru inn í meskarnar.


Løtu seinni varð næstan javnað hinumegin, men Jónas Poulsen er knappur og kemur ímillum í evstu løtu og fær sparkað burtur.


Síðani vísti Jákup L. Thomsen tvær ferðir afturat, at hann er í serklassa sum áleypari og skoraði til 5 og 6-3.


Nú var sloppið, men áðrenn Erling Eysturoy bríkslaði dystin av, megnaði EB-Streymur við beinleiðis frísparki at minka um munin til 6-4.


Venjarin, Jón Simonsen, var eyðvitað sera stoltur av U16 dreingjunum, sum nú eru komnir í steypafinaluna.


Ikki mugu vit heldur gloyma høvuðsungdómsvenjara okkara, Milan Cimburovic, ið nú hevur fingið bæði U14 og U16 liðini í steypafinaluna.


Vit fegnast almikið og ynskja venjarum, dreingjunum og øllum avvarandi hjartaliga til lukku við avrikinum.