Málveitsla í Gundadali

Løgmanssteypið, 1. umfar: HB – MB 18-0


Neyvan fer dagins dystur í goymibøkurnar í HB-húsinum. Ikki tí, mál fingu vit í hópatali, men tíverri megnaði MB ikki at bjóða okkum av yvirhøvur.




Men vit notera okkum tó, at miðvingarnir møttu til dystin, og serliga til seinna hálvleik, eftir at hava fingið ein lúsing uppá 12-0 í 1. hálvleiki. Orkan og evnini rukku bara ikki til, men serliga í seinna hálvleiki stríddust gestirnir sera væl og fingu tamt okkara álop nakað.



Vit vóru tó klárt betri allan dystin. Daniel Elly Pedersen skoraði 7 og Símun Samuelsen 4 mál, men fyri uttan tað kundu vit helst havt skorað eini tíggju afturat. 

Miðvingar komu í tvær góðar støður, men í fyrra hálvleiki fór skotið yvir málið, meðan yvirleggjarin var fyri í seinna hálvleiki.



Vit eru klárt víðari í ársins kapping um Løgmanssteypið og bíða nú við spenningini eftir, hvørjum vit skulu møta í næsta umfari.
Tað verður sum skilst avgreitt í 3-2 í annaðkvøld.






KOYR Á, HB!!!!




HAGTØLINI



Løgmanssteypið, 1. umfar sunnudagin 2. apríl 2017 kl. 15.00 í Gundadali



HB – MB 18-0 (12-0)

1-0 Martin Bergvold 1’
2-0 Símun Samuelsen 4’
3-0 Daniel Elly Pedersen 11’
4-0 Sebastian Pingel 12’
5-0 Daniel Elly Pedersen 21’
6-0 Heðin Hansen 23’
7-0 Rókur Jespersen 28’
8-0 Sebastian Pingel 29’
9-0 Daniel Elly Pedersen 35’
10-0 Daniel Elly Pedersen 40’
11-0 Daniel Elly Pedersen 41’
12-0 Símun Samuelsen 42’
13-0 Teitur M. Gestsson 55’ (br.)
14-0 Daniel Elly Pedersen 69’
15-0 Símun Samuelsen 74’ (br.)
16-0 Ari Mohr Olsen 83’
17-0 Daniel Elly Pedersen 17’ (br.)
18-0 Símun Samuelsen 87’


Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum (Levi Hanssen 46), Johan Troest Davdisen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Símun Samuelsen, Heðin Hansen, Martin Bergvold (Tróndur Jensen 46), Rókur av Fløtum Jespersen (Ari Mohr Olsen 46), Sebastian Pingel og Daniel Elly Pedersen



Óbrúktur eykaleikari:
Mattias Lamhauge



Á beinkinum:
Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe



Dagsins maður:
Símun Samuelsen og Daniel Elly Pedersen (red.)



Dómari:
Bjarki Danielsen
Hjálpardómarar: Jón Marni Johannesen og Rani A. Skaalum


Myndir: Rakul Hansen