Málleyst á Jóansøku

Effodeildin, 14. umfar: TB/FCS/Royn - HB 0-0

Í vánaligum fótbóltslíkindum við Stórá fríggjakvøldið endaði Jóansøkudysturin móti oyggjaliðnum við málleysum javnleiki.

Av givnum orsøkum barst heimasíðuni frá at vera við í Trongisvági fríggjakvøldið, men hóast tað hava vit fingið sett saman ein stuttan samandrátt av dystinum, tó at hann kemur seint.

Dysturin var tann seinasti undan summarsteðginum, og tí høvdu vit sjálvandi vóna, at liðið fór at enda væl við einum sigri, sum avgjørt eisini var ætlanin. Men mongum brestur ætlan, sum kunnugt.

Nógvur vindur var fríggjakvøldið, og tað ávirkaði spælið rættuliga nógv. Lítið skipað spæl var at síggja, og longu sendingarnar gjørdust torførar, tí vindurin spældi so nógv við. Fáir møguleikar vóru í dystinum, men tann størsta átti heimaliðið, tá teir raktu tvørtræið í seinna hálvleiki.

Samanumtikið gjørdist talan um ein rótutan dyst við ikki serliga stórum undirhaldsvirði. Hvørki av liðunum megnaði at fáa mál, og av tí at stevna var, skuldi dysturin avgerast, so móttakarin av steypinum kundi finnast. Tí endaði tað við brotssparkskapping, sum okkara vunnu trygt.

Nú er so summarsteðgur í Effodeildini til 23. juli, tá vit skulu til Margáir. Vit halda summarfrí á 6. plássi, og tað eru tað neyvan nógv í HB leguni, sum eru nøgd við. Liðið hevur nógv gott í sær, men avrikini eru bara ov óstøðug, og tað má betrast. Tí er at vóna at summarsteðgurin verður brúktur skilagott, so vit fáa mest møguligt burturúr seinnu hálvu av kappingini. 


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 14. umfar fríggjadagin 23. juni 2017 kl. 20.00 við Stórá

TB/FCS/Royn - HB 0-0 (0-0)

Gult kort: -

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Jógvan Rói Davidsen (liðsk.), Símun Samuelsen (Heri H. Mohr 89), Martin Bergvold, Adrian Justinussen (Øssur Dalbúð 55), Tróndur Jensen, Sebastian Pingel og Alexandar Stankov

Óbrúktur eykaleikarar: Bjarti Mørk, Dánjal Pauli Lervig, Hjalti Djurhuus, Daniel Johansen og Poul Thomas Dam

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: ?

Dómari: Alex Troleis
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Johnleif Gerðisá
4. dómari: ?