Sundalagsmenn nápaðu hálvfinaluplássið

Løgmanssteypið fjórðingsfinala: HB - EB/Streymur 0-0 (3-5 eftir brotsspørk)


Í dag vóru vit vitni til, hvussu órættvísur fótbóltur kann vera. Hóast vit sótu á øllum í einum undirhaldandi steypadysti, skuldi eitt brent brotsspark til at varpa klárt betra liðið úr steypakappingini.



Gestinir fingu sín besta møguleika, tá teir snýttu okkara rangstøðu og sendu Gunnar Zachariassen avstað við fullari ferð móti okkara máli, men Hans Jørgensen var klárur og bjargaði í stórum stíli.

Vit høvdu nóg nógvar møguleikar at vinna dystin klárt, men tá dagsins maður hjá gestunum, René Tórðgarð, ikki bjargaði í stórum stíli, var rimaverkið fyri. Fýra ferðir royndu vit okkum á stongina ella tvørtræið.

Í longdu leiktíðini settu vit okkum totalt á alt, men enn sum áður var verjan og málmaðurin fyri okkum, og tí megnaðu vit ikki at skora.

Sundalagsmenn riðu stormin av og megnaðu at halda høvdið kalt í avgerandi løtuni, og tá vit so kiksaðu okkara fjórða brotsspark, var lagamanni hjá gestunum at taka alt.

Vit eru enn einaferð liðnir í steypakappingini í úrtíð, og nú nærkast tað tíggju árum síðan, at Havnar Bóltfelag seinast vann steypakappingina. Vit bíða framhaldandi.

Næsta uppgáva okkara er komandi sunnudag, tá TB kemur á vitjan í Gundadali. Vit gleða okkum til tann dystin og leggja hesa keðiligu upplivingina afturum okkum.

KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Løgmanssteypið fjórðingsfinala - Sunnudagin 5. mai 2013 kl. 15.00 í Gundadali

HB – EB/Streymur 0-0 (0-0)
 3-5 eftir brotssparkskapping

Liðið: 
Hans Jørgensen - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen - Símun Samuelsen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (liðsk.) - Kristin R. Mouritsen (Tróndur Jensen), Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen)
Óbrúktir eykaleikarar: Teitur M. Gestsson, Bartal Wardum og Pál Mohr Joensen
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort: Gunnar Haraldsen
Reyð Kort: ongin
Dagsins maður:-
Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Andreas Petur Hansen og Thorvald Petersen.
4. dómari: Pætur Albinus



Myndir: Rakul Hansen/hb.fo