Limaviðurskifti

Limagjaldið fyri 2017 má gjaldast nú, áðrenn kappingin byrjar!


Tá limagjaldið er goldið, hevur tú rætt til:


1) at luttaka í venjingunum hjá HB við góðum venjarum
2) at verða skrásettur sum leikari í HB og luttaka í kappingum
3) at fáa dystarklæðir frá HB í sambandi við úttøku
4) at verða tryggjað/ur í tryggingarskipanini hjá ÍSF móti skaða - eisini undir venjing
5) at fáa ferðaseðar til SSL gjøgnum felagið
6) at sleppa at luttaka í tiltøkum, hugnaløtum o.ø., ið felagið skipar fyri
7) at atkvøða á aðalfundinum um tú ert fylt/ur 16 ár
8) at stilla upp til nevndarval um tú ert fylt/ur 18 ár



Limagjaldið kann gjaldast við gjaldskorti ella kontantum. Harumframt ber eisini til at gjalda limagjaldið við bankaflyting 
(6460-2203156 ella 9181-1851251)




Her er oyðublað at prenta út: Limaskráseting oyðublað.pdf 

Send oyðublaðið til hb@hb.fo.


Niðanfyri er eitt yvirlit yvir teir ymisku limabólkarnar.






Um ivamál eru, ber til at seta seg í samband við skrivstovuna hjá HB á 781904, ella at skriva til hb(kurla)hb.fo.


Bólkur og limagjald































































































Kyn Bólkur  Frágreiðing um aldur Gjald
Gentur U8 og yngri Leikari skal ikki verða fyltur 8 ár 1. januar í kappingarárinum. 900
Gentur U10 Leikari skal ikki vera fyltur 10 ár 1. januar í kappingarárinum. 900
Gentur U12 Leikari skal ikki vera fyltur 12 ár 1. januar í kappingarárinum. 1200
Gentur U14 Leikari skal ikki vera fyltur 14 ár 1. januar í kappingarárinum. 1200
Gentur U17 Leikari skal ikki vera fyltur 17 ár 1. januar í kappingarárinum. 1200
Kvinnur Vaksnar
1200
Dreingir U8 og yngri Leikari skal ikki vera fyltur 8 ár 1. januar í kappingarárinum.
900
Dreingir U10 Leikari skal ikki vera fyltur 10 ár 1. januar í kappingarárinum. 900
Dreingir U12 Leikari skal ikki vera fyltur 12 ár 1. januar í kappingarárinum. 1200
Dreingir U14 Leikari skal ikki vera fyltur 14 ár 1. januar í kappingarárinum. 1200
Dreingir U16 Leikari skal ikki vera fyltur 16 ár 1. januar í kappingarárinum. 1200
Dreingir U18 Leikari skal ikki vera fyltur 18 ár 1. januar í kappingarárinum,
men vera fyltur 15 ár.
1200
Menn Vaksnir
1200
Hvílandi Vaksin
400


Systkinaavsláttur
Avsláttur verður latin foreldrum við fleiri íðkandi børnum í felagnum, fyrsta barni rindar fult gjald, síðani verður avsláttur latin kr. 200 pr. barn.




Goymið limagjaldskvittanina



Felagið heitir á allar limir sínar um at goyma kvittanina uppá goldið limagjald, tí hetta er einasta váttan, ið felagið góðtekur, um ivamál seinni stinga seg upp, hvørt limagjaldið er goldið ella ikki - eisini fyri undanfarin ár. Hetta ger seg serliga galdandi fyri íðkandi limir, sum av einhvørjari orsøk ynskja at skifta felag. Í tílíkum førum tilskilar HB sær rætt til at krevja inn gamalt ógoldið limagjald 5 ár aftur í tíðina fyri at lata nýggja felagnum spæliloyvið. 






Broytingar í limaskapinum



Vinarliga boðið felagnum frá skjótast til ber í samband við:- bústaðarbroyting,- navnabroyting,- nýtt telefonnummar,- um føðingardagurin er skeivt skrásettur,- teldupostur ella um tú ynskir einhvørja broyting í limaskapi tínum, t.d. um tú ikki vilt vera limur meir ella kanska bara hvílandi o.s.fr. Hetta er rættuliga umráðandi og sparir aloftast bæði felagnum, tær og foreldrunum mangt - óneyðugt - stríð (og pengar). Takk fyri ómakin. 






Spæliloyvi



Fyri at leika fótbólt við HB (tvs. dystir í almennari kapping undir FSF), krevst spæliloyvi frá FSF. Hetta er galdandi fyri allar leikarar heilt frá teimum vaksnu til smápiltar/pinkur. Tað er av stórum týdningi, at hesi viðurskifti koma í rætt lag, áðrenn dystur verður leiktur. Reglan er vanliga henda:







1) Flytir tú úr øðrum felag í Føroyum (ella úr amatørfelag í útlondum) til HB, mást tú tryggja tær, at tú einki skyldar (tvs. limagjald) í gamla felagnum. Tú kanst ikki leika við HB, áðrenn tú hevur avgreitt málið við gamla felagið.


2) Flytir tú úr HB í annað felag, er tað sama galdandi.





3) Ert tú ikki skrásettur fyrr hjá nøkrum felag og ynskir at leika dystir fyri HB, so skal HB melda teg til kappingina (til FSF) og biðja um loyvisbræv.




Annars er altíð best at spyrja seg fyri hjá felagnum í góðari tíð.






Reglugerð fyri áhugaleikarar

Á heimasíðu FSFs finst ein Reglugerð fyri áhugaleikarar í sambandi við at skifta felag. Hetta er týdningarmikil lesnaður, sum vit avgjørt mæla øllum leikarum og avvarandi at lesa.