Legendurnar vunnu á grannunum

Í samband við, at B36 hátíðarheldur 80 ára føðingardag í dag, var forkunnugur dystur millum gamlar gubbar hjá okkum og B36. Onkur vildi kalla teir legendur.


Fyrst komu vertirnir framum, men teir høvdu ikki fingið armarnar niður so høvdu vit javnað aftur. Hóast góð álop frá báðum pørtum komu ikki fleiri mál og tí skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping.




Har vóru vit eitt betur og kunnu tí fegnast um enn eitt steyp í skápið. Myndin á framsíðuni er lænt frá Bjarna Jakobsen, men so hvørt vit fáa fleiri myndir leggja vit tær út her.




Vit ynskja vinnandi liðinum hjartaliga til lukku. Eisini skal her ljóða eitt stórt til lukku við stóra degnum til B36 og øll í og rundanum felagið.




Myndir: Knút Olsen & Rakul Hansen