Kvinnurnar spælt seg í hálvfinaluna

Steypakappingin kvinnur, 1. umfar: B68 – HB 0-2


Kvinnurnar hava, eftir góðan sigur á B68 í fyrsta umfari av ársins steypakapping, leikt seg víðari í hálvfinaluna. Eingi hagtøl eru tøk frá dystinum, men Simona og Lijan hava tikið saman um og skrivað dagsins dystarfrásøgn.


Í góðveðrinum sunnudagin spældu vit á Toftum móti B68 í fjóringsfinaluni í steypakappingini. Vit møtust í HB húsinum til eina góða máltíð, sum Ninna og Lea skuldu gera, men høvdu fingið mammuna at gera tað ístaðin. Eftir eina góða máltíð gekk leiðin inn á Toftir.

Eftir vísdómsorð frá Allani og Gisla fóru vit vælupplagdar út á vøllin. Vit løgdu høgt press, og høvdu bóltin nógv fyrstu løtuna av dystinum. Okkara miðja arbeiddi hart og løgdu eitt gott trýst á miðjuna hjá B68, so tær ikki fingu spælt bóltin út til teirra vengur ella fram til álopið.

B68 roynir seg við stikningum aftur um okkara verju. Tvær ferðir eydnast tað hjá teimum at faa bóltin fram við verjuni, men útnýtta ikki møgulleikan einsamallar móti Simonu í málinum, sum bjargar meistarliga.

Ein minutt fyri steðgin kemur endiliga hol á hjá okkum. Rebekka fangar ein bólt úti á síðuni, prikar bóltin framvið einum B68 leikara og setur ferð á frameftir. B68 leikarin klárar ikki at fylgja við kviku Rebekku, sum kemur til baklinjuna og leggur eitt sera gott innlegg innfyri.

Ninna roynir at koma til bóltin, men ein verjuleikari hjá B68 er fyrr á bóltinum, men er óheppin, og setur bóltin í egið mál. Beint eftir floytar dómarin fyri síðstu ferð í fyrra hálvleiki.

Tá seinni hálvleikur byrjar er tað sum um, at vit loyva B68 meira inn í dystin. Tær fáa meira pláss at spæla og koma eisini til fleiri møgulleikar, men tíbetur fyri okkum fáa tær ikki bóltin í málið.

Hóast B68 hevur nógv spæl, koma vit eisini til nógvar farligar møgulleikar. Tær leggja nógv fyri at fáa 1-1 málið. Men hetta ger eisini, at tað verður nógv pláss til okkum frameftir, og við eitt sindur av hepni kundi tad veri bæði 2,3 ella 4-0 til okkum. Men tíverri fyri okkum er verjan hjá B68 fyri í síðstu løtu hvørjaferð. Men inni vil bólturin ikki.

Í síðsta minuttinum av vanligu leiktíðini fáa vit endiliga útloysandi málið til 2-0. Rannvá smekkar boltið í netið, við góðum skotið uttanfyri málfeltið.

Eftir hvønn dyst stemma vit dagsins leikara og í dag varð tað arbeiðshesturin á miðvøllinum Ása, sum fekk flestar stemmur.

Vit spæla aftur sunnudagin móti oddaliðnum KÍ, vónandi koma fleiri at stuðla okkum.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

Steypakappingin kvinnur, 1. umfar: sunnudagin 7. mai kl. 17.00 2017 á Svangaskarði

B68 – HB 0-2 (0-1)
0-1 Jónfríð Johannesen 45'
0-2 Rannvá Mortensen 85''

Liðið: Eingi hagtøl er tøk

Óbrúktur eykaleikarar: Eingi hagtøl er tøk

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson

Dómari: Eingi hagtøl er tøk
Hjálpardómarar: Eingi hagtøl er tøk