Kvinnurnar framdu megnar avrik

HM undankapping: Montenegro – Føroyar 1-2


Okkara kvinnur kláraðu aftur at hála eitt megnar úrslit í hús. Eftir málleysan fyrra hálvleik, kom rættuligt lív í seinna.




Kanska vit, til tíðir spældu í so primitivt, og longu sendingarnar fram til Heidi komu ikki til sín rætt, Verjan hjá Montenegro ansaði væl eftir kvika framherjanum, og endin av fyrra hállveik var, at vit samdust um málleysan janvleik.



Í seinna hálvleiki helt gongdin sær nakað og helst var tað uppiborðið tá Armish Kuc legði ”vertirnar”, tí Montenegro stóð sum heimalið, framum, fimm minuttir eftir tímaslagið.



Hetta var sum at fáa ein vátan vøtt í andlitið, og okkara venjarar vóru ikki seinir at gera broytingar. Eitt nú kom Milja R. Simonsen inn, og vit fóru longur fram á vøllin og løgdu trýst á longri upp.



Hetta gav eisini úrsltið tá tólv minuttir vóru eftir at leika. Eftir av verða trongd nakað fekka Milja sent bóltin víðari til Eyðvør Klakstein sum bombaði til, og uttan møguleika hjá svikaliga málverjanum hjá Montenegro, endaði bólturin í kassanum.



Bara tveir minuttir seinni var aftur mál. Birita Nielsen, ið sum bara 17 ára gomul leikar sín allar fyrsta A-landsdyst, hevði síðsta fótin á eftir trunkaspæl, og sendi okkum á sigurskós.



Nú løgdu vit okkum longur aftur at bíða, og onkur ivastøðu uppstóð. Tó, líka mikið hvussu hinar royndu, komu tær ikki til avgerandi møguleikar, og tí kundu vit enn einaferð fara av vøllinum við øllum stigunum.



Týsdagin verður alt avgerandi dystirin tá vit skulu møta Turkalandi. Tær vunnu stórsigur á Luksemburg, og eru tí framman fyri okkum við betri málúrtøku.



Enn einaferð takka vit fyri gott undirhald og ynskja øllum hjartaliga til lukku við frálíka avrikinum.



Vit eru sannliga stolt av okkara kvinnulandsliði.




Koyr á, Føroyar !!!!




HAGTØLINI



HM undankapping: leygardagin 8. apríl 2017 kl. 15.00 á Tórsvølli



Montenegro – Føroyar 1-2
1-0 Armisa Kuc 65’
1-1 Eyðvør Klakstein 78’
1-2 Birita Nielsen 80’



Liðið: Anna Hansen – Birna Johannesen, Lív F. Arge, Birita Nielsen, Heidi Sevdal, Ásla Johannsen (Milja R. Simonsen 66), Eyðvør Klakstein, Rannvá Andreasen (liðsk.), Olga Kristina Hansen (Katrina Akursmørk 75), Sigrun K. Kristinansen (Maria Thomsen 59) og Ansy Sevdal



Óbrúktur eykaleikarar: Monika Biskopstøð, Bjørg Djurhuus, Súsanna Maria Hansen og Elisabeth Vang



Gult kort: Heidi Sevdal og Rannvá Andreasen

Venjari: Pætur S. Clementsen



Dómari: Petra Chuda (SVK)
Hjálpardómarar:
Ivana Lesková (SVK) og Katalin Török (UNG)
4. dómari:
Eszter Urban (UNG)