Kvinnurnar endaðu við stórsigri

1. deild kvinnur, 20 umfar: HB – B68 12-0




Kvinnurnar settu punktum fyri kappingarárið 2016 við stórsgri móti B68. Milja R. Simonsen er ársins málsslúkur og harumframt fekk Alda av Skarði sínar allarfyrstu minuttir í bestu kvinnudeildini.






Okkara kvinnur stettu gestirnar uppá pláss beinanvegin og við málum frá Heidi, Jónvu og hatrikki frá Milju, fóru vit til hálvleiks við støðuni 6-0 til okkra kvinnur.





Vit hildu grýtuni í kóki í seinna hálvleiki og skutu seks mál afturat. Heidi var aftur á blettinum eins og Lív fekk tvey mál.



Men Milja var aftur í essinum og skoraði kvatrikk og megnaði tí tað heilt óhoyrda at skjóta 7 mál í einum og sama dysti.





Hetta hevur við sær, at kviki framherji okkara við 25 málum, hevur skotið nógv flest mál í bestu kvinnudeildini.

Hetta má metast sum sermerkt havandi í huga, at vit, hóast góða gongd seinastu dystinar, ikki megnaðu at betra okkum frá í fjør, men heldur mistu eitt pláss og endaðu kappingarárið á fjórða plássi.





Tó, glottar eru at síggja- Eitt nú er Heidi Sevdal við aftur eftir barnsburðafarloyvi. Eisini var stuttligt at notera, at Alda av Skarði fekk sín allar fyrsta hálva tíman í dysti í bestu kvinnudeildini.

Venjararnir lata sera væl at dugnaligu og skilagóðu nólsoyar-gentuni, ið heilt vist, við góðum hepni og røttum arbeiðshuga, fer at verða eitt gott íkast hjá HB-kvinnum í framtíðini, 15 ára gamla Alda hevur verið týðandi partur av okkara U17 gentuliði í ár.





Vit fegnast, hóast alt, um gondina og gleða okkum longu nú til komandi kappingarár.





Vit fara eisini at takka øllum kappingarneytunum fyri eitt gott og spennandi kappinarár, og ein serliga heilsan fer til KÍ, sum við sínum 17. meistaraheiti setur tjúkka striku undir, at tær heldur ikki verða lættar at syfta í komandi tíð.

Tó, tær skulu tó ikki kenna seg ov tryggar, vit eru á veg.




KOYR Á, HB!!!




HAGTØLINI



Kvinnur 1. deild, 20. umfar: leygardagin 8. okt. 2016 kl. 13.00 í Gundadali



HB-B68 12-0 (6-0)
1-0 Heidi Sevdal 1’
2-0 Milja R. Simonsen 4’
3-0 Milja R. Simonsen 7’
4-0 Jónvá Hentze 13’
5-0 Milja R. Simonsen 19’
6-0 Lív F. Arge 25’
7-0 Milja R. Simonsen 44’
8-0 Heidi Sevdal 61’
9-0 Milja R. Simonsen 67’
10-0 Lív F. Arge 72’
11-0 Milja R. Simonsen 82’
12-0 Milja R. Simonsen 87’



Liðið: Annika Dam – Marjun undir Kletti (Rannvá Mortensen 77.), Milja R. Siomsen, Ása á Reynatúgvu, Jónvá Hentze, Lív F. Arge , Elin Maria Isaksen (Barbara á Dunga 62.), Heidi Sevdal, Liljan av Fløtum Petersen (liðsk.), Silja Færø, Sólrun Thomsen (Alda av Skarði 60.).



Óbrúktir eykaleikarar: Lea Hansen og Ninna Hansen


Venjarar: Ríkin N. Djurhuus og Alexandre da Silva Braga



Dómari: Rani A. Skaalum
Hjálpardómarar: Jan Hermansen og Rói Zachariasen



Myndir: Rakul Hansen