Kvinnulandsliðið skrivaði søgu á Tórsvølli

Heimasíðan hevur verið á fsf.fo og lænt hesa frálíku søguna um frálíka avrikið hjá kvinnulandsliðnum ímóti Bosnia/Herzegovina. Við at spæla javnleik 1-1 ímóti Bosnia/Herzegovina, hevur føroyska kvinnulandsliðið fingið sítt fyrsta stig í einari HM-undankapping.




Føroyska A-landsliðið við kvinnum skrivaði fríggjadagin søgu, tá tað eydnaðist teimum at vinna sítt fyrsta stig í einari HM-undankapping. Undan dystunum vóru góðar vónir fyri einum góðum úrsliti, og tá avtornaði vóru føroysku kvinnurnar sera væl nøgdar við javnleikin ímóti Bosnia/Hesigovina.


Áðrenn steðgin vóru tað gestirnir á Tórsvølli, ið vóru spælstýrandi, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, gjørdist støðan 1-0 til Bosnia/Hersigovina. Hornaspark varð sent innfyri úr høgru, og hóast hart kroyst, fekk Melisa Hasanbegovic sett høvdið á bóltin. Í fyrstu atløgu sá út til, at Rannvá Andreasen fekk vart fyri á strikuna, men hjálpardómarin veittraði fyri mál, og so vóru gestirnir á odda.

Eftir hvíldina kom føroyska liðið meir við í spælið, og tóktist tað sum um, at føroysku leikararnir høvdu meir orku enn tær bosnisku. Tað var tí eisini fult í tráð við leikgongdina, at Eyðvør Klakstein javnaði til 1-1, tá tólv minuttir vóru eftir at spæla.

Bosniska verjan royndi at fáa bóltin burtur av vandaleið, men við brotsteigarmarkið, nakað til høgru, fangaði Eyðvør bóltin, og við einum framúr skotið langaði hon bóltin upp undir tvørtræðið og í mál.

Bosnia/Hersigovina royndi at trýsta seinastu løtuna, men føroyska verjan stóð væl, og sum heild høvdu føroysku kvinnurnar fult tamarhald á støðuni, og tá sveisiski dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, hevði Føroyar vunnið sítt fyrsta stig í einari HM-undankapping fyri kvinnur.

Tveir aðrir dystir vórðu eisini spældir í HM-undankappingarbólki 4. Í Norðurírlandi vann Svøríki 4-0, og í Skotlandi vunnu vertirnar 2-0 ímóti Póllandi.

Næsti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður hósdagin 10. apríl, kl. 19:00, tá Norðurírlandi vitjar á Tórsvølli.


Myndir: Rakul Hansen