Kristin heldur fram í HB

Longu nú er greitt at fleiri leikarar hava valt at gera sáttmála við Havnar Bóltfelag fyri komandi tíðina. Nú er so greitt at Kristin R. Mouritsen eisini er ein av teimum.


Vit kenna Kristin sum framatrættaðan miðvallara sum kennir seg væl í miðjuni eins og úti í síðuni. Tað stutta av tí langa er helst, at Kristin kennur seg best á vøllinum og kann spæla har hann verður settur at spæla.

HB-fjepparar dáma væl 22 ára gamla miðvallaran og tað er helst tí, at Kristin altíð fer í gongd við uppgávuna við fullum hjarta og altíð gevur seg 100 prosent.

Vit kundu sagtans skriva fleiri síðu um Kristin, men tað stutta av tí langa er, at vit eru sera fegin um eitt ára avtaluna, og ynskja Kristin og okkum øllum hjartaliga til lukku.


Myndir: Finnbogi Arge