Kollvelting í Klaksvík

U17 gentur: KÍ - HB 1-4 (0-1)

Við einum flottum 4-1 sigri á føroyameistarunum úr KÍ í Klaksvík vendu okkara gentur øllum á høvdið í landskappingini.




Okkara gentur høvdu longu
munin í fyrra hálvleiki, sum endaði við 1-0 leiðslu til HB. Eftir at brotsspark varð gjørt ímóti Milju R. Simonsen, tók hon sakina í egnar hendir og skoraði uppá brotssparkið.



Í seinna hálvleiki sást tó sjónliga, at HB var betra liðið. Hóast Gudny
Johannesen javnaði fyri KÍ  aftaná hornaspark í 52. minutti, vóru tað vit, sum støðugt hóttu KÍ-málið.



Stutt fyri tímaslagið rann Milja frá KÍ-verjuni
og legði HB á odda 2-1. Lív F. Arge økti um leiðsluna við góðum langskoti, tá 70 minuttir vóru leiktir, og
loksins fekk Milja R Simonsen enn eitt hattrick á kontuna, tá hon 10 minuttir
fyri tíð skoraði til 4-1.

Sostatt kom ein søguligur sigur í hús í
Klaksvík leygardagin. Vit ynskja Allani Dybczak, Pæturi Rasmussen og øllum gentunum hjartaliga tillukku, nú tær hava lagt
seg á odda í landskappingini.

Tær, sum mannaðu liðið hjá HB, vóru: Annika Dam, málverji, Marjun
undir Kletti, Lív Gjógvará, Milja R. Simonsen, Rannvá Mortensen, Sólrun Thomsen, Hildur Egilsdóttir, Rebekka
Benbakoura, Carolina Hansen, Bára Brekká og Lív F Arge.


Myndir: Pætur E. Rasmussen