Knassar gera nýggja heimasíðu til HB

Tað hevur verið ein tungur burður, men loksins eydnaðist tað: HB hevur fingið eina nýggja heimasíðu! Nýggja síðan byggir á vælumtóktu heimasíðuskipanina Ivevo hjá KT-fyritøkuni, Knassum. Fyri HB er nýggja síðan eitt stórt lop fram til nútíðina og eitt gott petti inn í framtíðina eisini.


Gamla heimasíðan, sum mundi hava eini 7 ár á baki skjótt, hevði tænt fyri seg, og hálvgun neyðugt var nú við eini nýggjari meira nýmótans síðu við fleiri møguleikum. Og hetta fáa vit í ríkiligt mát við heimasíðuloysnini frá Knassum.

Skoðbráðið at gera síðuna og at flyta sumt av eldra tilfarinum yvir á nýggju síðuna hevur verið stutt, og tískil eru vit ikki komin heilt á mál í summum førum. Onkrir manglar eru, treyðugt so, men hetta verður alt tikið við og bøtt um so líðandi.

Ein partur av heimasíðukonseptinum hjá Knassum eru vevlýsingarnar. Hendan skipanin er ein sokalla vinn-vinn støða, tí bæði HB og Knassar fáa nakað burturúr, alt eftir hvussu nógv man leggur seg eftir at útvega lýsingar.

Knassar hava eftirhondini 11 ár á baki og hava gjørt omanfyri 400 heimasíður. Tað eru brøðurnir, Niklái og Jon Nysted úr Hvannasundi, sum eiga Knassar, men teir hava nøkur fólk afturat sær, eitt nú í Danmark og Bulgaria. Til ber at lesa meira um Knassar á www.knassar.fo.

Tað er Marni Mortensen, sum hevur samskipað arbeiðið fyri HB, meðan Sverri Egholm og Jon Nysted hava tikið sær av uppgávuni fyri Knassar. Hetta samstarvið hevur riggað serstakliga væl, má sigast.

Formaður felagsins, Finnbogi Arge, sum er tann, ið hevur strongt mest á at fáa eina nýggja heimasíðu, fegnast stórliga um nýggju síðuna og møguleikarnar, hon gevur HB. Hann er greiður yvir stóra týdningin, ein heimasíða hevur fyri eitt so stórt og virkið felag sum HB.

Stjórin í Knassum, Niklái Nysted, fegnast somuleiðis um, at HB valdi heimasíðuskipanina hjá Knassum.

So er bara at vóna, at allir HBarar og brúkarar annars fara at taka væl undir við nýggju heimasíðuni. Herfrá verður ynskt til lukku og blíðan byr.


Myndir: Rakul Hansen/HB.