KÍ vitjar á ólavsøku

Undan 16. umfari í Effodeildini: HB – KÍ

Stóra brakið í hesum umfarinum er ólavsøkudag, tá KÍ kemur á vitjan í Gundadali. Helst verður talan um ein góðan dag hjá okkara kassameistara.

Ólavsøkan stendur fyri framman, og við tí fer maður av húsi til høvðusstaðin at njóta tjóðarhátíðina. Tí er tað helst sera passandi, at klassikarin millum HB og KÍ er á skránni. 

Væntandi verður stúg stappað av glaðum og spentum ólavsøkugestum í Gundadali til henda spennandi og traditiónsríka dystin.

Hóast KÍ á pappírinum er greiður favorittur at vinna sær fulla úrtøku, fara vit ikki at leggja okkum við góðum. Gestirnir eru stinnir, og mennirnir hjá Mikkjali duga væl at hála sær stigini í hús. Hetta sóu vit eisini í okkara fyrra dysti í ár, tá vit hóast gott og ágrýtið spæl einki fingu við okkum heim aftur úr Djúpumýrum.

Vit taptu í seinasta umfari við Margáir, men væntandi fáa vit betur pláss frameftir vøllinum hesa ferð, tí klaksvíkingar eru ikki kendir fyri at parkera bussin við brotsteigin.

Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer, tá HB og KÍ tørna saman ólavsøkudag kl. 16.00.

Vit fara at ynskja øllum hjartaliga vælkomnum á ólavsøku og í Gundadal, okkara leikvøll.


Góðan dyst og koyr á, HB!!!!


Allir dystirnir í 16. umfari eru hesir:

2707 Skála – EB/Streymur
2707 ÍF – NSÍ
2707 TB/FCS/Royn – Víkingur
2807 B36 – B36
2907 HB - KÍ


Mynd: Rakul Hansen