KÍ á meistarakós

Effodeildin, 20. umfar: HB – KÍ 2-3


Viljin og ágrýtnið sigraði í dag. Saman við nøkrum jaligum dómaraavgerðum, einum sjálvmáli og einari frísparksperlu setti KÍ tingini upp á pláss og strýkur við beinari kós móti tí ultimativa.


Lagt var annars upp til stórdyst, og umstøðurnar kundu heldur ikki verið betri, og hóast tað ikki var super veður, var tað bara heilt gott.

KÍ legði fyri við stórum trýsti og gjøgnum allan dystin var tað eyðsæð, at gestirnir spæla til tiðir harðan og sera kontantan fótbólt. Men, tá teir sleppa avstað við tíð, er einki at siga til at hetta verður lagt fyri dagin.

Vit komun annars framum longu í fimta minutti tá Rókur við sera góðum langskoti sendi bóltin í netið. Henda støða helt sær til lítlan hálvan tíma.

Tíverri lat Eiler seg lumpa at døma brotsspark til KÍ og hetta bleiv um sett til mál og hálvleiksstøðuna 1- 1 javnleik.

Trýstið helt fram í seinna, men aftur komu vit framum. Eftir trunkaspæl sendi Ari bóltin í netið og okkum aftur á sigurskós.

Enn einafer blivu vit fangaðir tá vit vóru so óhepnir at beina bóltin í egið mál eftir horna. Bara tríggjar minuttir fyri leiklok fingur gestirnir fríspark stutt uttan fyri okkara brotssteig.

Súni Olsen gjørdi ikki mætari enn at senda frísparkið beint í máli. Nú var rómur á mongu bygdamonnunum í Gundadali.

Vit komu ikki afturí aftur og taptu tí henda annars undirhaldani men illa spælda dystin og kunnu bara staðfesta, at KÍ er á meistarakós.




KOYR Á, HB!!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 20. umfar sunnudagin 14. august 2015 kl. 15.00 í Gundadali



HB – KÍ 2-3 (1-1)

1-0 Rókur av Fløtum 5’
1-1 Jóannes Bjartalíð 25’ (br.)
2-1 Ari Mohr Olsen 61’
2-2 Jóhan Trost Davidsen 80’ (sj.)
2-3 Súni Olsen 87’



Liðið:
Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Fróði Benjaminsen, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Christian R. Mouritsen, Pál Mohr Joensen (Øssur Dalbúð 56), Rókur av Fløtum Jespersen (Bartal Wardum 72), Tróndur Jensen, Teit Jacobsen og Ari Mohr Olsen



Óbrúktur eykaleikari:
Niklas Thomsen, Jákup F. Hansen og Magnus Egilsson



Á beinkinum:
Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen



Dagsins maður:
Teitur M. Gestsson



Dómari:
Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Andrew Christiansen og Andreas Petur Hansen
4. dómari: Rani A. Skaalum


Myndir: Rakul Hansen