Kapping fyri U14 gentur í Gundadali

Leygardaign luttók okkara evnaríka U14 gentulið í kapping í Havn. Kappingin var á niðara vølli og fyri uttan okkum luttøku eisini EB/Streymur, Víkingur og Skála.


Fyrsti dysturin
var ímóti sundalagsgentunum úr EB/Streymi. Tann dysturin endaði við einum 5-1 sigri til
okkara. Síðan var dystur móti gøtugentum. Eisini har vóru vit omaná og vunnu tann dystin 4-1. Seinasti dysturin var í móti gentunum av Skála, og her gjørdu vit bart og vunnu
heili 6-0.

Okkara leikarar høvdu ein orduliga góðan dag, og fokus varð allatíðuna hildið á
at spæla fótbólt, og at hava bóltin millum okkara leikarar. Hetta dugdu vit
væl.

Útyvir at leika flottan fótbólt, so arbeiddu HB-leikararnir ótrúliga væl við nærlagdum ágrýtni. Tað var sera stuttligt, sum venjari, foreldur og áskoðari, at síggja.

Hetta er ein
spennandi og evnaríkur bólkur av ungum HB-leikarum, sum vit gleða okkum at síggja
meira til í komandi tíð.

HB liðið: Sanna Olsen, Poula Andreassen, Ninna Hansen,
Lea Hansen, Magna Tórðardóttir, Anja Petersen, Maria Simonsen, Rebekka
Benbakoura og Emma Stórá. Venjarin er Allan Dybczak.





Málskjúttar: Rebekka 6 mál, Lea 6 mál, Ninna 1 mál, Magna
1 mál og Poula 1 mál.