Kaj givin sum málmansvenjari

Kaj Niclasen, ið helst er tann venjarin, sum hevur sitið longst í Gundadali, hevur lagt handskarnar sum málmansvenjari hjá Havnar Bóltfelag.


Fyrikomandi og fryntligi trongisvágsmaðurin hevur nú í fleiri ár lagt lag á hjá málverjum okkara, og ikki kann sigast annað enn, at tað hevur ligið sera væl fyri.

Høvðuspersónurin sjálvur sigur, at grundin til avgerðina er, at trupult er at fáa tíðina at strekkja til, og at fleiri partar hava ligið á láni seinastu tíðina.

Vit í Havnar Bóltfelag vilja fegin takka Kaj fyri hansara góða og avgjørda part í góðu gongdini hjá felagnum. Vónandi síggja vit Kaj aftur í næstu framtíð.