Julia Helena á U17 landsliðið

Jan Mølvad Laursen, venjari, hevur úttikið U17-landsliðið við gentum, sum í oktober skal til innleiðandi EM-undankapping í Póllandi.


Í døgunum 8. til 17. oktober fer føroyska U17-landsliðið við gentum til Pólland, har fyrsta innleiðandi umfarið í EM-undankappingini verður á skránni.




Umframt Føroyar og Pólland, luttaka Sveits og Ukreina eisini við í kappingini.




Jan Mølvad Laursen er venjari hjá U17-gentunum, og saman við Erik Ernesto Nielsen, hjálparvenjara, er endaligi hópurin nú blivin úttikin.





Tær 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesar:

Sólva S. Olsen, B71
Lea S. Lisberg, EB/Streymur
Julia H. D. Henriksen, HB
Sanna Jacobsen, Birita Ryan, Óluva A. Joensen,
Marjun Ó. Danielsen, Bára S. Magnussen, Armgarð Undir Leitinum. B36
Jensa K. Tórolvsdóttir, Maria á Lakjuni og Durita Svensdóttir, Víkingur
Eyðgerð R. Mikkelsen, Rúna Olsen, Miriam H. Egilsdóttir og Rebekka J. Olsen, B68
Maria Djurhuus, AaB Ålborg (DK)
Jacoba K. Neshamar, Jerne IF (DK)


Vit fegnast um, at okkara unga og evnaríka Julia Helana D. Henriksen hevur fingið landsliðsboð. Samstundis ynskja vit øllum bestu eydnu við komandi uppgávunum.





Skráin:

10.oktober Sveits - Føroyar (kl. 10.30)
13. oktober Pólland - Føroyar (kl. 15.00)
16. oktober Føroyar - Ukreina (kl. 14.30)


Mynd: Facebook síðan hjá HB-kvinnum
Heimildari: fsf.fo