Jónvá, Milja og Rebekka á landsliðið

Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin, sum 24. oktober skal spæla HM-undankappingardyst á útivølli ímóti Týsklandi.


- Hetta verður nokk størsti dystur, ið eitt føroyskt kvinnulandslið nakrantíð hevur spælt. Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er Týskland nummar 2, so tað sigur væl eitt sindur um teirra styrki, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá FSF.




Týsdagin 24. oktober spælir føroyska kvinnulandsliðið triðja dystin í undankappingini til HM-endaspælið í 2019, sum verður í Fraklandi. Gongdin hjá føroyska liðnum higartil í kappingini hevur verið heldur lak, og nú skulu okkara kvinnur so royna seg ímóti Týsklandi, sum er oddalið í bólkinum.




Síðani landskappingin hjá kvinnum endaði fyri viku síðani, hevur landsliðsvenjarin havt nakrar úttøkuvenjingar, og nú er greitt, hvørjar tær 20 verða, ið skulu umboða Føroyar ímóti týskarum.




Hópurin
Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur
Birita Bergsdóttir Nielsen og Laila Pætursdóttir, B68
Eyðvør Klakstein, Katrina Akursmørk, Rannva B. Andreasen,
Ásla Johannesen, Súsanna Maria Hansen og Jóna Nicolajsen, B36
Jónvá Hentze, Rebekka F. Benbakoura og Milja R. Simonsen, HB
Heidi Sevdal, Anna Sunadóttir Hansen, Ansy Sevdal, Margunn Lindholm og Birna T. Mikkelsen, EB/Streymur/Skála
Olga Kristina Hansen og Lív F. Arge, Østerbro IF (DK)
Monika Biskopstø, Aab (DK)

Vit fegnast almikið um at Rebekka, Jónvá og Milja hava fingið landsliðsboð. Eisini fegnast vit um at Lív eisini er við í hópinum, og ynskja øllum bestu eydnu við komandi uppgávuni.

HM-undankappingardysturin millum Týskland og Føroyar verður á Arena Grossaspach í Aspach, sum liggur í syðra partinum av Týsklandi, týsdagin 24. oktober klokkan 15:00, føroyska tíð


Mynd og heimildari:
fsf.fo