Jón Simonsen venjari hjá U16 dreingjum

HB hevur í kvøld sett Jón Simonsen sum venjara hjá U16 dreingjum. Ætlanin hevur allatíðina verið at U16 skuldi hava tveir góðar kvalitetsvenjarar. 


Talan er um tveir sera góðir árgangir av leikarum, sum bara hava uppiborið góðar venjarar, soleiðis at menningin framhaldandi verður góð.





Venjaratoymið verður nú Jón Simonson og Bjarni Mohr Arnason, og Milan Cimburovic verður eisini partur av venjaratoyminum í leiklutinum sum høvuðsungdómsvenjari.





Jón Simonsen er ikki hvør sum helst, og hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur millum annað verið hjálparvenjari í Effodeildini í 2013 og 2014. Hann hevur eisini áður vant U16 dreingirnar hjá HB. Tað var í 2013, tá teir vórðu bæði føroyameistarar og steypavinnarar.





Higartil í ár hevur eisini gingið væl hjá bæði A og B liðunum, sum bæði eru í meistarabólkinum. A-liðið hevur higartil vunnið allar sínar dystir og liggur á deildum 1. plássið saman við B36 og NSÍ. B-liðið hevur eisini klárað seg væl og vann 7-0 á 07 Vestur í vikuskiftinum.





Í HB fegnast vit um at hava fingið Jón Simonsen aftur í venjaraleiklutin.






Høvuðsstuðul hjá U16 er PM,