Johan Troest við í málleysum javnleiki

HM undankapping: Andorra – Føroyar 0-0


Hóast umstøðurnar og uppgávan vóru torførar, megnaðu okkara bestu menn ikki at lyfta henni, men vóru til endans noyddir at lossa bóltarnar burtur fyri ikki at koma í klemmu.




Helst áttu vit at havt avgjørt dystin í fyrra hálvleiki, men ein blanding av vánaligum dómaraavriki og manglandi neyvleika hevði við sær, at einki mál kom í fyrra hálvleiki.



Helst eigur Jóan Símun, sum var millum teir frægastu í dag, at irriterast á dómaran, tá hann fekk kærleikan frá Lidefons Lima. Í staðinfyri at geva okkum brotsspark og liðskiparanum reytt kort fyri at snodra Jóan Símun, fekk áleyparin næsablóð og gult kort fyri film.



Hendan avgerðin saman við øðrum eisini, eigur ikki at geva bosniaranum serliga nógv stig í okkara bók.



Okkara spæl batnaði ikki í seinna hálvleiki, allarhest tí okkara menn ikki dugdu við leiklutinum sum favorittar og tí vit ikki megnaðu at lyfta okkum upp um ónodlurnar frá vertunum.



Hallur áttið at skorað tá Sølvi, stutt fyri leiklok, sendi eitt super fríspark inn í brotssteigin. Tíverri var heppnið ikki við miðvallaranum í avgerandi løtuni og umvegis økslina fór bólturi høgt yvir málið.



Hvørki liðið megnaði at skjóta mál, og tí mugu vit bara staðfesta, at helst keðiligasti landsdysturin í einum mannaminni er av.



Væl vitandi at vit vóru nakað skerdir av skaða og karantenum, eiga vit tó, vanliga, at kunna seta okkara fingramerki á ein tílíkan dyst. Tað megnaðu vit og okkara venjarar ikki, og tí endaði keðiligi dysturin við stanton.



Teitur sat uttanfyri allan dystin, men vit kunnu tó fegnast um, at Johan Troest Davidsen spældi allan dystin og var stinnur og róligur í felstu støðum.




Koyr á, Førpuar !!!!




HAGTØLINI



HM undankapping: leygardagin 25. mars 2017 kl. 17.00 Estadi Nacional, Andorra la Vella



Andorra – Føroyar 0-0



Liðið: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Johan Troes Davidsen, Viljormur Davidsen, Kaj Leo í Bartalstovu (Bárður Hansen 70), Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Gilli Rólantsson (Pól Johannus Justinussen 82), Jóan Símun Edmunsson og Páll Klettskarð



Óbrúktur eykaleikari: Teitur M. Gestsson, Símun Rógvi Hansen – Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson, Hørður Askham, Jóannes Bjartalíð og Klæmint A. Olsen



Gult kort: Viljormur Davidsen, Jóan Símun Edmunsson
Reytt kort: Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum: Lars Olsen og Jóannis Jakobsen



Dómari: Ognjen Valjić
Hjálpardómarar:
Senad Ibrisimbegović og Sreten Udovičić (BIH)
4. dómari:
Edin Jakupović (BIH)