Javnleikur móti NSÍ

1. deild menn, 18. umfar: HB – NSÍ 1-1

Okkara næstbestu skuldu sunnudagin royna at gera Effoliðnum kunstin eftir, tá NSÍ kom á vitjan í Gundadali.


Í so máta gjørdist dysturin ein lítil fusari, tí endaliga úrslitið gjørdist javnleikur 1-1. Hinvegin hava okkara ungu menn at kalla longu staðfest, at vit hoyra heima í deildini.





Annars komu vit framum, tá ellivu minuttir vóru spældir. Málið skoraði liðskipari okkara á degnum, Hjalti K. Djurhuus. Tíggju minuttir seinni javnaði Sølvi Sigvardsen fyri gestirnar.





Hinvegin er eingin grund at leggja seg afturá, tí bara fimm-seks stig aftan fyri okkum eru trý lið, ið allarhelst vilja sleppa longur upp eftir stigatalvuni. Best er at halda seg uttanfyri niðurflytingarvandan.





Nýggja venjaratoymi okkara hevur nú tikið við, og spennandi verður at fylgja okkara næstbestu monnum framyvir.




Koyr á, HB !!!!




HAGTØLINI




1. deild, 18. umfar: sunnudagin 13. august 2017 kl. 15.00 í Gundadali



HB – NSÍ 1-1 (1-1)

1-0 Hjalti K. Djurhuus 11’
1-1 Sølvi Sigvardsen 21’



Gult kort:
Tóri Rasmussen



Liðið:
Mattias Lamhauge – Poul Thomas Dam, Pætur Ejdesgaard, Hjalti K. Djurhuus (liðsk.), Tór av Skarði (Rói av Fløtum 62), Heri H. Mohr, Tóri Rasmussen, Hans Jákup Annfinsson (Páll Mohr Joensen 72), Jákup F. Hansen (Martin Dam 62), Aron Clementsen og Bárður Mittelstein



Óbrúktur eykaleikari:
Símun N. Samuelsen



Venjari:
Andrew av Fløtum
Hjálparvenjari: Eilif Petersen



Dómari:
Rúni Gaardbo
Hjálpardómarar: Andrew Christiansen og Lauritz í Króki