Javnleikur í regninum

Effodeildin,
12. umfar: B36 – HB 2-2



Enn
ein grannuppgerð er liðug við úrslitinum stanton í Gundadali. Vit komu afturí
aftur tvær ferðir og kunnu samanumtikið verða nøgd við dagsins úrslit.




Vit
løgdu betur fyri beinanvegin. Eitt nú var støðan tá Adrian kom sær í brotsteigin
og sendi eitt gott skot móti handaru stong.
Tíverri
var málverjin klárur og jústaði bóltin út til horna.



Tveir minuttir fyri hálva
tíman komu vertirnir framum, tá Gestur B. Dam sendi bóltin í málið eftur gott
uppspæl í okkara vinstru síðu. Vit vórðu spældir tunnir og
megnaðu ikki at verja fyri. 
Gott mál.

Lítla løtu seinni rann Heri seg í góða
støðu, men aftur var Tórður aftur klárur og bjargaði góða skotinum.



Restina av hálvleikinum sótu vertirnir meira ella minni á spælinum, og bæði Benjamin Heinesen og Patrik Johannesen áttu helst at umsett
teirra møguleikar til mál.



Beint
fyri hálvleikin sendi Pingel annars ein gott skot beint á málmannin.
So varð bríkslað til hálvleiks.



Vit løgdu væl betur fyri í
seinna hálvleiki, og tá sjey minuttir vóru leiktir, sendi dagsins maður, Jógvan Rói,
ein góðan bólt innfyri. Har var Sebastian Pingel klárur og bombaði bóltin í málið.



Tíverri vóru vit revsaðir
bara seks minuttir seinni, tá kontraálop endar við, at bólturin verður sendur inn
til Philip Lund, sum eirindaleyst sendur bóltin í okkara mál. Løtu seinni vóru boð eftir Teiti sum í tveimum førum vardi fyri, tá vertirnir royndu seg.



Smáar tíggju minuttir fyri
leiklok mundi Pingel aftur javnað. Aftur var tað Jógvan Rói, sum sendi eitt gott
innlegg til raska framherjan. Tíverri fór bólturin skeivu megin stongina og út
til málspark.



Men vit komu á javnt aftur
beint fyri leiklok. Vit skulu ikki taka dagar ímillum, men brotsspark varð dømt,
og Aleksandar Stankov sendi bóltin ísakalt í málið til 2-2.



Vit vóru aftanfyri
tvær ferðir, men megnaðu at vinnað okkum annað stigið, og hóast hetta ikki
munar so nógv, er eitt betur enn einki.
Fínar greiðir og eitt gott
punkum á einum undirhaldandi dysti, har grannarnir vóru betur í fyrra
hálvleiki, meðan vit vóru klárt omaná í seinna.



Eitt hjartasuff mugu vit tó
koma við. Tað er hugstoytt at kenna á sær, hvussu lítla virðing B36 hevur fyri mótstøðuliðum sínum.

Eitt korter áðrenn dystin verður gestandi liðið avdúkað. Eingin
mynd á skíggjanum, og tað er ikki meira enn, ein hoyrir, hvat ið sagt verður. 
Hetta eiga tit at kunna gera
betur, tí gott og veruligt gestablídni kostar einki.





KOYR Á, HB!!!!





HAGTØLINI



Effodeildin, 12. umfar mikudagin 14. juni 2017 kl. 18.00
í Gundadali



B36 – HB 2-2 (1-0)

1-0 Gestur B. Dam 28’

1-1 Sebastian Pingel 52’

2-1 Philip Lund 56’

2-2 Aleksandar Stankov 87’ (br.)



Gult kort: Sebastian Pingel og Tróndur Jensen



Liðið:  Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson,
Bartal Wardum, Poul Thomas Dam (Dánial Pauli Lervig 46), Jógvan Rói Davidsen, Adrian
Justinussen, Heri H. Mohr (Martin Bergvold 45), Tróndur Jensen, Sebastian Pingel,
Rókur av Fløtum Jespersen (liðsk.) (Heðin Hansen 69) og Alexandar Stankov



Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Levi
Hanssen, Símun Samuelsen og Daniel Johansen



Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe,
Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe



Dagsins maður: Jógvan Rói Davidsen



Dómari: Petur Reinert

Hjálpardómarar: Edvard Højgaard og
Jørleif Djurhuus

4. dómari:
Kári J. á Høvdanum

Myndir: Rakul Hansen