Hugnaløta og nýggjárskaffi 2017


Aftur í ár verður skipað fyri vælumtóktu hugnaløtuni í HB-húsinum fyri at halda ársendan.




Nýggjársaftan millum kl. 14.00 og 16.00 eru øll hjartaliga vælkomin í HB-húsið til ein góðan kaffimunn og okkurt afturat eisini.

Hetta plagar at vera ein hugnalig løta, har góður møguleiki er at kjakast um farna árið og hyggja at komandi ári.



Vónandi síggja vit nógv fólk í húsinum. Við hesum vilja vit her á síðuni eisini takka fyri skjótt farna og ynskja øllum alt tað besta í komandi ári.