Heri heldur eisini fram

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru væl og virðiliga byrjarðar. Fyri løtu síðan varð greitt, at Heri Hjalt Mohr eisini heldur fram í barndómsfelagnum.


Heri, sum í fjør royndi seg sum leigusveinur í TB, hevur veruliga bitið seg fastan á okkara besta liði í ár. Kviki vongmaðurin er voksin kolosalt í ár, og heldur hetta fram, verður hann ein av avgjørdu stuðulsleikarum okkara.




Vit fegnast almikið um at Heri hevur avgjørt at halda fram í Havnar Bóltfelag og gleða okkum at hann hann í komandi framtíð.


Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir