Heppin javnleikur

Effodeildin (1): HB - B36 1-1


Vit kunnu gleðast um annað stigið í dag. Hóast vit høvdu vónað meir, megnaðu grannarnir at leggja okkum undir eitt áhaldandi trýst, og ikki fyrrenn móti endanum kláraðu vit at bíta frá okkum. Teitur stóð ein branddyst og bjargaði okkum annað stigið í dag.



So rullar bólturin aftur, og fyrsta umfar í ársins Effodeild er fingið frá hondini. Eftir standa vit við einum hepnum stigi. Dysturin fer helst skjótt í gloymibókina.





B36-venjarin hevði gjørt sítt heimaarbeiði so væl, at vit ongantíð fingu sett trumf á. Hetta sást við at onkrar taklingar vóru so harðar, at tað átti at havt útloyst okkurt kortið afturat. Dagfinn Forná, ið helst ikki dømdi sín allarbesta dyst, hevði valt diplomatlinjuna so at siga.




Tá tað er sagt, skulu vit eisini skunda okkum at siga, at um onkur skuldi havt vunnið, var tað ikki vit. Men tað mundu vit, tá Fróði heilt móti dystarenda skallaði ein bólt beint við síðuna av málinum.




Beinanvegin í byrjanini av dystinum kom Róaldur Jakobsen í góða støðu eftir horna, men skotið fór væl uppum. Símun Samuelsen royndi seg løtu seinni, men tíverri á stongina. Hevði hasin farið inn, kundi verið heilt øðrvísi.             




Restina av fyrra hálvleiki sótu gestirnir á so at siga øllum og komu sum oftast ímillum, tá vit royndu at spæla skjótt okkara millum. Vit gjørdu tað ikki lættari við at sløsa óvanliga illa við avleveringunum.




Fimm minnutir fyri hálva tíman var mál. Enn einaferð var Cieslewizc á skránni, tá hann burturúr ongum fekk tiltuskað sær eitt fríspark í vinstra borði. Súni Olsen hevði roynt seg eina løtu fyrr, men hesuferð var hann eirindaleysur, og sera hart og hegnisliga sendi hann bóltin í nærmasta horn uttan møguleika hjá dagsins manni, Teiti Gestsson, at bjarga. Frálíki Róaldur royndi seg við góðum skoti seks minuttir seinni, men nú var Teitur klárur og bjargaði.




Í 37. minutti var stanton aftur. Trongt var í brotsteiginum hjá B36 í eini hornastøðu, og tíverri fyri Símun Joensen fær hann høvdið á bóltin, sum fer flott í málið. Javnleikur og so hendi ikki meira í fyrra hálvleiki.




Seinni hálvleikur kundi ikki blíva verri enn fyrri. Tað bleiv hann ikki, men hann bleiv heldur ikki nógv betur. Vit royndu nú eitt sindur meira, men enn sum áður vóru gestirnir á okkum.




Okkara roynd at flyta liðið longur niðan, gav pláss í hinum endanum og við eitt nú Lawal, Gilla Sørensen og Lukasz, sum á dagsins B36-leikaralista var kallaður Cislenicz(?), hava grannarnir eitt drápuliga skjótt álop, ið fleiri verjur fara at hava trupulleikar av.




Teitur bjargaði einari góðari roynd frá Cieslewizc í 56. minutti og hevði eina stórbjarging, tá Róaldur royndi seg átta minuttir fyri leiklok. Har ímillum hevði Jógvan Rói, Santos og Andrew roynt seg. Ein av okkara royndum var enntá ruddað burtur av mállinjuni. So heilt galið var tað kortini ikki.




Beint fyri leiklok kom Jákup á Borg i sera góða støðu, men royndin fór á ein verjuleikara og til horna. Hartil hevði Fróði jú tann áðurnevnda skallaran beint við síðuna av. Hetta var í yvirtíðini.




Meira hendi so ikki, og tí endaðið dysturin sum hann byrjaði, við javnleiki. Ein javnleikur, sum vit tá vit taka samanum, eru nøgd við. Hinvegin, kunnu vit fáa janvleik við tílíkum spæli, sær ikki so galið út allíkavæl.




Kappingin er nú komin í gongd, og tað er super. Vit kunnu spæla nógv betur enn í dag, og tað fer helst at koma. Vit takka fyri í dag og gleða okkum longu til komandi vikuskifti, tá AB tekur ímóti úti í Vika.


HAGTØLINI

1. umfar - sunnudagin 10. mars 2013 kl. 15.00 í Gundadali

HB - B36 1-1 (1-1)
1-0 Súni Olsen 25
1-1 Símun Joensen 37 (sjálvmál)


Liðið: Teitur Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen - Símun Samuelsen, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.), Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen (Jógvan Skeel Nolsøe 69) - Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen 82)


Óbrúktir eykaleikarar: 
Hans Jørgensen, Pál Mohr Joensen og Tróndur Jensen

Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe

Gul kort: Jógvan Skeel Nolsøe og Jóhan Troest Davidsen
Reyð Kort: ongin

Dagsins maður: Teitur M. Gestsson

Dómari: Dagfinn Forná

Hjálpardómarar: Jan á Líðarenda og Edvard Højgaard
4. dómari: Petur Reinert


Myndir:
Rakul Hansen/HB