Heldur einki at heinta í dag

Effodeildin, 15. umfar: EB/Streymur – HB 2-1

Tað gongur ongan veg hjá okkum. Aftur í dag máttu vit so nakkalong heim aftur úr Streymnesi eftir enn eitt tap móti uppflytarunum.



Enn eitt kolldømt leiðslumál kom at kosta okkum við Margáir. Rangstøðuna fara vit ikki at taka støðu til her, og heldur ikki um skotroyndin hjá vertunum, ið loksins gjørdist sigursmálið, var innanfyri. Vónandi hava teir gulu tikið rættar avgerðir.


Í fyrra hálvleiki komu vit annars fram til tvær hampuligar málroyndir, og serliga átti Adrian beint fyri hálvleik at skallað okkum framum. Tíverri fór bólturin omanfyri málið.


Sundalagsmenn vóru, sum vituligt er, væl nøgdir við at hála ferðina úr dystinum og spæla uppá langar sendingar til álopið, og hetta megnaðu teir so mikið væl, at til tíðir líktist tað mest einum 1. deildardysti.


Vit settu ferðina eitt sindur upp í seinna hálvleiki, og stuttligt var at síggja Aron Clementsen fáa sín allar fyrsta dyst fyri besta liðið, tá hann kom inn til seinna hálvleik.


Okkara ungu menn royndu, men enn manglar eitt sindur av hári á bringuni, og helst er størsti trupulleikin, at vit ongan rættuligan stýrimann hava at halda í teymarnar.


Poul G. Olsen legði EB/Streym framum, tá hann sendi eitt vandaleyst innlegg innfyri. Okkara aftasti skansi var tó heilt fikseraður, og tí fór bólturin uppum allar og í málið. Hetta var beint um tímaslagið.


Vit løgdu nú meira fyri, men alt ov nógvar høgar sendingar inn í brotsteigin vóru til fánýstis, tí sterku miðverjarnir hjá vertunum megnaðu hvørja ferð at skalla bóltarnar burtur.


Ikki fyrr enn fimm minuttir fyri leiklok fingu vit lirkað verjuna upp. Adrian sendi ein góðan bólt inn til Pingel, ið hann umsetti til útjavnandi málið.


Nú væntaðu vit okkum minst eitt stig, men ógvuliga sigandi fyri okkara kappingarár vóru tað vertirnir, sum fóru við øllum. Teir vildu tað meira og fingu løn fyri ómakin.


Arnbjørn T. Hansen var klárur, tá enn eitt innlegg varð sent innfyri. Og hóast bólturin ikki var innanfyri, var royndin, av dómaranum, konverterað til mál ið tess vegna gjørdist sigursmálið.


Vit høvdu sum heild klárt yvirtak í spælinum, men EB/Streymur spælir uppá sínar styrkir, ið eru skjótar umstillingar og snarálop, og tað duga teir til UG.


Hjá okkum stendur einki til, og nú mugu vit hyggja niðureftir. Vit liggja hampuliga væl fyri í mun til niðurflytingarvandan, men komandi dystirnir móti KÍ, Víkingi og NSÍ boða ikki frá nógvum stigum.


Hóast vánaligu gongdina mugu vit minnast til, at vit vinna sum lið, og vit tapa sum lið, og umráðandi og avgerandi er nú at standa saman og hjálpa okkara unga liði fram á leið.



KOYR Á, HB!!!!
 



HAGTØLINI


Effodeildin, 15. umfar sunnudagin 23. juli 2017 kl. 15.00 við Margáir


EB/Streymur – HB 2-1 (0-0)
1-0 Poul G. Olsen 60’
1-1 Sebastian Pingel 85’
2-1 Arnbjørn T. Hansen 90+’


Gult kort: Aron L. B. Clementsen


Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Heri H. Mohr (Sebastian Pingel 64), Levi Hanssen (Aron L. B. Clementsen 46), Adrian Justinussen, Daniel Johansen, Rókur av Fløtum Jespersen (Símun Samuelsen 82) og Øssur Dalbúð


Óbrúktur eykaleikarar: Barti Vitalis Mørk, Tróndur Jensen, Hans Jákup Annfinsson og Hjalti K. Djurhuus


Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe


Dagsins maður: -


Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Edvard Højgaard og Dan Højgaard
4. dómari: Bjarki Danielsen