Heilsufótbóltur í HB

Tíðliga í vár settu FSF, Fróðskaparsetur Føroya og føroysku feløgini átakið “Heilsufótbóltur” í gongd. Endamálið var at betra um fólkaheilsuna.




Fróðskaparsetrið er við, tí gransking hjá m.a. Magna Mohr, lektara á setrinum, vísir, at fótbóltsspæl hevur sera góða ávirkan á heilsuna hjá fólki. Átakið er partur av granskingarverkætlan, har ymiskar kanningar verða gjørdar av luttakarunum áðrenn, undir og aftaná átakið til tess at vísa á gagnligu ávirkanina av fótbóltsspælinum.




Undirtøkan hevur verið sera stór kring alt landið, og ikki færri enn einir 700 luttakrar - kvinnur og menn - hugna sær við fótbóltsspælið kring landið. Eisini í HB hevur verið sera góð undirtøka fyri heilsufótbóltinum. Samskipari av heilsufótbóltinum í HB er Knút Olsen - millum manna best kendur sum HB fan nr. 1.




Fyri at fáa sum mest burturúr, skulu luttakararnir í miðal vera við 1½ ferð av teimum 3 kvøldunum um vikuna, heilsufótbóltur er í HB. Mánakvøld kl. 19-20.30 og mikukvøld kl. 20.30-22 spæla tey á Eysturvølli, meðan tey eru á Tórsvølli fríggjakvøld kl. 18-19.30.




Luttakararnir lata sera væl at. Hóast fortreytirnar hjá teimum kanska eru ógvuliga ymiskar - onkur hevur spælt fyrr, meðan onnur kanska ongantíð hava sparkað fyrr - so hava tey tað ógvuliga stuttligt saman. Sjálvandi renna tey nógv, og onkuntíð fella onkrir bøllutir eisini, men har verður eisini nógv flent.




Átakið er ikki ein kapping, og tað eru tað nógv sum eru glað fyri. Tað ræður um at røra seg og hava tað stuttligt. Tað er nógv flest kvinnur við, men nøkur mannfólk halda seg eisini framat. Kanska er tað manglandi kappingarelementið, sum ger, at menn ikki tíma so væl.




Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógv møta hvørt kvøld, men tey møttu verða so býtt í hóskandi lið, soleiðis at tað ikki verða ov nógv á hvørjum liði. Spælt verður í 1½ tíma, og upphiting og útstrekking er umframt. Meðan tað mesta av landinum heldur summarfrí, heldur heilsufótbólturin á fram, tó at luttakaratalið ikki er so høgt.




Seinni í heyst fara tey aftur at gera kanningar av luttakarunum, og tá fæst at síggja, hvussu heilsustøðan hjá teimum er broytt undir átakinum.

Tað verður spennandi at síggja. Vit fara seinni at skriva meira um heilsufótbóltin í HB og heimasíðu okkara.