Heilsufótbóltur

Heilsufótbólturin hjá HB heldur á við fullari ferð. Øll, sum javnan hava møtt til hetta fantastiska átak, føla, at tað ger stóran mun, og at tey hava betur orku til gerandisdagin.



Kolesterol og blóðtrýst er í støðugari minking, og hóast rørsla ikki er einasti kururin, sum skal til, so er hon sera týdningarmikil, og tí avgjørt til at viðmæla.


Í heilsufótbóltinum hjá HB fær tú eisini so nógv annað enn bert sunna rørslu. Tann sosiali parturin er eisini av stórum týdningi, og tað verður sett stóran prís upp á, hvørja ferð steðgur er, og sjálvsagt eisini undan og aftaná venjingina.


Venjingin tekur hálvanannan tíma og er býtt í tríggir hálvleikir við stuttum steðgi millum hvønn hálvleikin. Vit deila nøkunlunda upp, og verður munurin ov stórur, so umrokera vit eitt sindur.


Málbólkurin er tilkomin fólk, sum hava brúk fyri rørslu. Hinvegin er als onki krav um at hava spælt fótbólt áður.


Í heilsufótbóltinum hjá HB verður vant tvær ferðir um vikuna, mánakvøld 20.30 - 22.00 og mikukvøld 19.00 - 20.30 á Eysturvølli (við Eysturskúlan).