HB-stuðlar



Eitt sindur um felagið








Byrjanin



Felagið HB-stuðlar varð upprunaliga stovnað í 1979 av Ólavi Lambaa, sála, og øðrum góðum monnum: Men datt so meira ella minni niðurfyri eftir nøkur ár, og varð endurstovnað í verandi líki í 1990. HB-stuðlar vóru í 1993 við at fíggja ein part av núverandi HB-húsi, og felagið heldur alment til í sonevndu HB-stovuni, har tey m.a. hava sínar regluligu fundir og seta dám á heimadystirnar.




Virksemi

Stuðlafelagið varð fyrst og fremst (endur)stovnað sum ein fíggjarligur garantur hjá Havnar Bóltfelag, men sjálvsagt er nógv annað at takast við. Á praktisku síðuni skipa HB-stuðlar fyri busstúrum til útidystirnar, selja HB-lutir og hjálpa við innkrevjingini til heimadystirnar. Stuðlarnir skipa eisini fyri ymsum inntøkugevandi tiltøkum av og á, og harumframt skipa teir fyri atkvøðu-greiðsluni um "Ársins HBara".






Fíggjarligur stuðul

Stuðlafelagið veitir og hevur veitt fíggjarligan stuðul til mong ymisk tiltøk hjá HB. Felagið stuðlar vanliga ein 1. liðsleikara við venjingarklæðum og stuðlar eisini ungum HBarum, sum fara uttanlands í ítróttarørindum eitt tíðarskeið t.d. á ítróttarskúla. Allir fyrispurningar um fíggjarligan stuðul skulu vera skrivligir til nevndina at taka støðu til.





Eitt sterkt stuðlafelag er góð trygd hjá HB

Felagið HB-stuðlar er sjálvstøðugt felag við egnum aðalfundi og egnari nevnd. Felagið er "leyst" av Havnar Bóltfelag, og nevndarlimir tess hava ikki loyvi at sita í nevndini hjá Havnar Bóltfelag um somu tíð. Aðalfundur felagsins verður vanliga hildin í HB-húsinum í apríl.





HB-stuðlar onga heimasíðu


Felagið HB-stuðlar hevur onga sjálvstøðuga heimasíðu, og í løtuni eru heldur ongar ítøkiligar ætlanir um tað. Stuðlafelagið hevur verið væl umboðað á almennu heimasíðu felagsins heilt frá byrjan, og tað hevur felagið verið stak væl nøgt við. 






Hinvegin eru HB-stuðlar nú at finna á facebook, og her er lagámanni at samskifta millum limirnar og onnur á netinum.


















FELAGIÐ HB-STUÐLAR
 Postsmoga
 1333 | 110 TórshavnTelefon 314046 | Telefaks 318502 | hbstudlar@hb.fo