HB-stuðlar havt aðalfund

Á aðalfundi hjá HB-stuðlum mikukvøldið 6. mars varð staðfest, at nevndin heldur áfram nærum óbroytt við Turið Láadal Sejersdóttir sum forkvinnu.


Fitt av fólki vóru møtt á aðalfundi, og fyrsta mál á skránni hjá fundarstjóranum var at geva forkvinnuni orðið til formansfrágreiðingina. Turið varð vald til forkvinnu í HB-stuðlum á seinasta aðalfundi, og hetta var sostatt hennara fyrsta formansfrágreiðing.

Turið greiddi frá virkseminum í farna ári, og vísti m.a. á, at árliga tiltakið hjá HB-stuðlum - kontrollørveitslan - nú var blivin meira umfatandi, vísandi til at onnur hjálparfólk eisini vórðu boðin við, hetta sum viðurkenning av, at mangar uppgávur vóru í HB, og nógv ymisk fólk umframt innkrevjararnir tóku lut í hesum.

Annað virksemi hjá stuðlunum farna árið var eitt nú søla av hettutroyggjum, fyriskipan av marknaðardøgum og ymisk onnur tiltøk í sambandi við dystir, bæði á heima- og útivølli. Fyri fyrstu ferð hava HB-stuðlar valt ársins áskoðara, og har varð Herluf Gudmundarsson valdur.

Til nevndarvalið stóðu Heðin Weihe, Óli Ludvig og Regin Berg fyri vali. Nevndin skeyt upp at talið av nevndarlimum bleiv víðkað úr fimm til sjey. Heðin bar seg undan afturvali sum nevndarlim, men vildi fegin taka við sum tiltakslimur. Tí varð skotið upp at velja Óla, Regin, Fríðunn Niclasen og Tommy Falkenberg sum nevndarlimir, meðan Heðin og Eyð Aabak Jensen blivu skotin upp sum varalimir.

Aðalfundurin tók væl undir við hesum. Hinir nevndarlimirnir eru umframt Turið, Uni Nielsen og Anja Rasmussen.

Aftaná formliga partin av aðalfundinum, tosaðu fundarlutakararnir um ymisk viðurskifti og takkaðu nevndini fyri framúr gott arbeiði.


Myndir: Rakul Hansen/HB.