HB-fjeppari úr Danmark vitjar


HB-fjepparin Frank Qvist og konan, Malene, ið hevur ættarbond úr Føroyum, vitja HB-fan nr. 1, Knút Olsen, og alla HB-familjuna í døgunum í komandi viku.



Frank er brotin úr donskum bergi, og søgan um hvussu fyrikomandi og blíði FCK og Fremad Amager fjepparin eisini gjørdist HB-fjeppari er eitt sindur stuttlig.



Heine Fernandez var jú venjari okkara eitt tíðarskeið, og Heine og Frank kennast. Frank sum starvast sum trydarmaður á flogvøllinum í Kastrup, rendi seg ein dagin inn í HB-fan nr. 1, Knút Olsen, á flogvøllinum og restin er, sum tey plaga at siga, "history".



Harumframt teljast Heðin Askham og Fróði Benjaminsen eisini millum "bekente" hjá Qvistinum. Eisini hevur hann verið fastur fúsur at vitja, eitt nú tá "hin" góði HB-fjepparin, Herluf Gudmunsson, eitt tíðarskeið lá á sjúrkahúsi í høvuðsstaðnum.



Frank og Malene koma til landið fríggjadagin 8. mai og fara avstað aftur týsdagin vikuna eftir. Leygardagin kl. 9.00 verður farið ein gongutúr við "legendunum", tá teir ganga sín vanliga leygardagstúr. Knút Olsen sigur, at ætlanin at enda túrin í Gundadali.



Sunnudagin verður farið til suðuroyar har vit vitja TB við Stórá. Á Føroya túrinum búgva gestirnir hjá Knút Olsen sum í hesum døgum roynir seg sum venjara og innpískara hjá teimum seksti fólkunum sum hava tekna seg til heilsufótbóltin hjá Havnar Bóltfelag.



Vit her á síðuni halda, at er sera hugaligt og undrunarvert at fólk uttanfyri landoddarnar brenna so nógv fyri okkara elskaða HB og gleðast um fínu vitjanina av bonaðu gólvunum í Danmørk.



Vælkomin til Føroyar og alt tað besta.




Mydirnar eru læntar av Facebook vanganum hjá Frank Qvist.