HB-dreingir sigraðu í Íslandi


Í sambandi við at U16 leikarar hjá HB eru á venjingarlegu í Íslandi, spældu teir í morgun venjingardyst móti besta dreingjaliðnum hjá FH, sum í løtuni liggur á triðja plássi í teirra kapping. Dysturin varð leiktur á Álftanesi, ið liggur beint uttanfyri Hafnafjørð, har HB-ferðalagið heldur til.



Dysturin var ikki meir enn byrjaður, tá ið Petur Ovi Hjaltalin Dam trekti seg leysan í høgru síðu og úr spískum setti bóltin í netið. FH kom seg tó skjótt yvir henda skelkin og spældu seg væl inn í dystin. Íslendska liðið legði stórt trýst á fyri at fáa eitt útjavnandi mál, og teir høvdu eisini nakrar naskar royndir, sum tó antin endaðu við síðuna av málinum ella vóru bjargaðar av Bjarta Vitalis Mørk, ið stóð sum ein tryggur síðsti skansi í HB-málinum.

Aftaná umleið 20 minuttir kom tó eitt heldur óheppið uppspæl í HB-verjuni, sum varð revsað við einum útjavnandi máli frá FH. Hetta var sjálvandi keðiligt, men í mun til leikgongdina var hetta ikki óuppiborið, og henda støðan helt sær eisini til hálvleiks.



Stutt eftir at seinni hálvleikur var byrjaður, hevði ein keðilig hending við sær, at HB-leikarin Sakaris A. Sakarisson endaði á sjúkrahúsi við armbroti. Hetta førdi til ein steðg í dystinum, men eftir at dysturin varð settur í gongd aftur, gekk spælið rímiliga javnt fyri seg.

Langt inn í seinna hálvleik bendi eisini nógv á, at dysturin fór at enda við javnleiki. Tá umleið 30 minuttir vóru leiktir, var spælið tó aftur heldur óneyvt í aftastu rekkjunum hjá HB. Úrslitið varð, at ein leikari hjá FH gjørdist einsamallur við Bjarta. Hesin tók av tilboðnum og legði FH á odda 2-1. Hóast tað eina løtu kundi tykjast, sum HB-dreingirnir vórðu noyddir at lúta fyri íslendsku mótstøðuni, so kom enn einaferð vend í dystin.

Tá ið bert fáir minuttir vóru eftir av dystinum, svaraði HB aftur, og eftir trunkaspæl á mállinjuni hevði Tróndur Mikkelsen síðsta fótin á bóltinum og syrgdi fyri útjavnandi málinum. Nú kom ein góð løta hjá HB, og fáar minuttir seinni gjørdist Torðmóður Djurhuus leysur, og við einari tryggari innarusíðu legði hann HB á odda 3-2.

Nú sá aftur betri út hjá HB-dreingjunum, men enn vóru teir ikki lidnir. Stutt áðrenn dystarlok varð Símun Sólheim feldur nakað uttanfyri íslendska brotsteigin. Bríkslað varð fyri frísparki, og gula kortið varð havt á lofti.

Sveinur Lava Olsen varð settur at taka frísparkið, og hetta gjørdi hann til lítar. Bólturin varð settur upp í høgra trýkant og lá síðani trygt í málinum uttan nakran møguleika hjá íslendska málmanninum at bjarga.

Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist sostatt 4-2 til HB, og tað eru bæði venjari og leikarar sera nøgdir við.